»J. P. Gregoriussen, sum í mong ár undir merkinum J. P. G. hevur skrivað yrkingar til Føringatíðindi, doyði tann 15. november, nakrar dagar áðrenn Føringat. fyri novbr. kom út. J. P. G. er kendur av Føringat.s lesarum frá tí degi, hann lat blaðið bera »Gentukæti fram.«
Hetta skrivar Føringatíðindi í síðstu útgávuni, desemberútgávuni í 1901, sum er dagferst 31. desember. Sum høvundur til greinina stendur A. S., sum helst er Andras Sámalson, sum var ein av ídnu tjóðskaparmonnum aftan fyri Føringatíðindi. Seinni varð kendur sambandspolitikkari og Føroya fyrsti løgmaður í 1948 ? kendur undir navninum Andras Samuelsen. Blaðið sigur víðari:
»Seinri hevur hann yrkt ein hóp av sangjum o grímum, men minsti parturin er prentaður. J. P .G. var góður Føringur, sum hjartaliga tók lut í strevinum fyri móðurmálinum, og herum bera yrkingar hansara prógv. Tað besta, hann yrkti, var sangirni rtil fólkafundarnar í Førjum. Annars hevur tann parturin av yrkingum hanns, sum framkomin er í bløðunum, minni at týða. ? Av tí at hann var sjúkligur, kom J. P .G. lítið út millum manna, og hann var tí ikki víð akendur uppá persón. Tí er eisini væntandi, at ein ella annar av hansara slekturilið vil geva út tann partin av yrkingum hanss, sum enn er óprentaður. Førjar hava við J. P. Gregoriussen mist ein mann, sum tann natiónalsinnaða parturin av fólkinum altíð vil sakna.«