Amerikanski filmsleikarin Larry Hagman doyði í nátt á einum sjúkrahúsi í heimstati sínum, Texas.
Larry Hagman gjørdist kendur sum tann eirindaleysi oljuhandilsmaðurin J.R. Ewing í sjónvarpsrøðini Dallas, sum kom á skíggjan fyrstu ferð í 1978, og sum endaði 357 partar seinni í mai í 1991. Í ár var Hagman aftur í Dallas, har nakrir nýggir partar vórðu tiknir upp, og sum onkrar sjónvarpsstøðir hava víst síðani í summar.
Bretska blaðið The Sun skrivar, at tvær aðrar Dallas-stjørnur, Linda Gray og Patrick Duffy, vóru á sjúkrahúsinum, tá Larry Hagman doyði.
Larry Hagman var 81 ára gamal, nú hann doyði.