Hesin filmur fór ikki fram í prestaumhvørvi, men samtíðar læknaumhvørvi. Longur inn í blaðnum hevur Jógvan Isaksen bókmentunarliga grein um Barbu og Jørgen-Frantz. Forlagið Fannir gevir eisini út forvitnisliga bók ?Vit kunnu sjálvir?. Hetta eru tekstir, sum Jørgin-Frantz skrivaði í blaðnum Tingakrossi og so eisini nakað av tí, sum hann skrivaði í donsku avísini Politiken 1925-36 og sum ikki er við í ?Nordiske kronikker?. Ritstjóri á hesi forvitnisligu útgávu er Turið Sigurðardóttir.
Tað er í miðari viku, at sjálvur hundrað ára dagurin er. Henda dag skipar Norðurlandahúsið, Rithøvundafelagið og tey, ið knýtt eru at verkætlanini ?Ferðin? fyri kvøldsetu í Norðurlandahúsinum. Millum annað verður høvið at síggja júst tað handritið, sum Nils Malmros tekur støði í í greinini til høgru. Hetta er upprunaliga handritið til søguna um Barbu, júst so sum Jørgin-Franzt skrivaði tað. Við blýanti. Deyðamerktur. William Heinesen og seinni Zacharias Heinesen hava havt tað í varveitslu og tað hevur ikki verið sýnt fram áður. Í forhøllini í Norðurlandahúsinum verða eisini sýnd fram brøv og myndir og eitt nýtt listaverk, sum Edward Fuglø hevur málað við støði í brøvum hjá Jørgin-Frantz.
Burtúr fjølbroyttu skránni fyri kvøldsetuna kann nevnast, at føroysku tónaskøldini Tróndur Bogason og Sunnleif Rasmussen hava arbeitt við tekstum eftir, ella knýttir at Jørgin-Frantz. Kórsatsur, sum Tróndur hevur gjørt til yrkingina hjá Janusi Djurhuus ?Songur til lívið?, verður fyrstu ferð at hoyra og Sunnleif fer at greiða frá um nýggja tónlistaverkið ?Ferðin?. Hetta er verkætlan, sum Urd Johannesen stendur fyri. Verkið byggir á tekst, sum Jørgin-Frantz skrivaði á nýggjárinum 1921. Úr Danmark kemur Hanne Flohr Sørensen, sum fer at greiða frá um lív og verk hjá skaldinum. Fyri Gyldendal stjórnar hon stórum bókmentunarligum verki um Jørgin-Franzt, sum kemur út næsta ár. Úr sjónleikarabókinum Grímu fara vit mikukvøldið eisini at hoyra Ega Dam og Hans Tórgarð framføra leikmynd úr víðagitna brævaskiftinum millum William og Jørgin-Frantz. Óneyðugt skuldi havt verið at sagt, at ídni brævskrivarin Jørgin-Frantz telist millum teirra, sum prýtt hava føroysk frímerki. Kvøldsetan á hundrað ára degi skaldsins endar við at Petra Iversen syngur Kingo-lagið ?Sorrig og glede?, sum júst er annar av sálmunum, sum nýttir verða gjøgnum filmin hjá Malmros um Barbu.
Kvøldsetan, sum er almenn, byrjar mikuvøldið klokkan 19:30 og er ókeypis.