Liverpool-venjarin, Jürgen Klopp, hevur í dag fingið tillutað eina bót frá enska fótbóltssambandinum, FA, eftir at hann aftaná 1-1-javnleikin ímóti West Ham tann 4. februar var atfinningarsamur mótvegis dómaranum.
- Vit høvdu góðar løtur, og vit skoraðu eitt mál, har tað var rangstøða, er mær latið fortalt. Tað sigur eitt sindur um seinna hálvleik, tí eg vænti, at dómarin visti tað í hálvleikinum, segði Jürgen Klopp við Sky Sports.
- Hann visti tað heilt sikkurt í hálvleikinum, og eftir tað sóu vit nógvar løgnar støður. Tær vóru ikki avgerandi, men tær brutu rútmuna. Tað hjálpti okkum so heilt víst ikki, segði hann víðari.
Viðmerkingarnar hjá Jürgen Klopp verða tulkaðar sum at hann setti spurnartekin við gegnið hjá dómaranum. Tað er ikki loyvt, og fyri tað hevur Jürgen Klopp fingið 386.000 krónur í bót frá FA.