Jørgen krevur svar frá løgmanni í morgin

Fólkaflokkurin góðtekur ikki ta viðferð, sum Atlantsflog og privatu íleggjararnir hava fingið frá Johan Dahl, landsstýrismanni, og tí heitir Jørgen Niclasen á løgmann um at fáa viðurskiftini aftur á beint

- Vit vænta, at løgmaður loysir málið í samsvari við tey lyfti, sum landsstýrið gav íleggjarunum í sambandi við einskiljingina av Atlantsflog, og at Fólkaflokkurin mánadagin 23. mars frættir aftur frá løgmanni, so vit kunnu koma víðari at loysa tey stórmál, sum samgongan hevur stungið út í kortið.

So bersøgin er Jørgen Niclasen í longum brævi, sum hann vegna Fólkaflokkin hevur sent løgmanni. Fólkaflokkurin er í øðini um ætlanina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum at bróta ta lyfti, sum landsstýrið fyrr hevur givið privatu íleggjarunum um ikki at blanda seg politiskt upp í felagið.

- Tað verður einki minni enn ein skandala, har allir íleggjararnir av røttum kunnu kenna seg lokkaðar at seta út við 100 milliónur krónur í Atlantsflog, har endamálið eittans var at veita landskassanum gratis likviditet, uttan at landsstýrið veitir teimum játtaðu trygdina fyri ávirkan í Atlantsflog, sum er í samsvarið við teirr innskot, sigur Jørgen Niclasen m. a. í brævinum.

Orrustan um nevndarvalið í Atlantsflog tykist sostatt ikki at hava lagt seg enn. Málið snýr seg um, at Johan Dahl ætlar at víðka talið av nevndarlimum við einum limi. Sum er velur landsstýrið tvey umboð, og privatu partaeigararnir eitt umboð. T. v. s. at landsstýrið velur 2/3 meðan teir privatu íleggjararnir velja 1/3 eins og býtið er av partapeninginum. Tveir nevndarlimir eru starvsfólkaumboð. Tað sum nú liggur í kortunum er, at landsstýrið fær ein nevndarlim afturat, og at landsstýrið eisini ger av, hvør verður nevndarlimur fyri teir privatu partaeigararnar.

Løgmaður hevur fyrr sagt, at hann hevur fult álit á ætlanunum hjá Johan Dahl, og á floksleiðslufundi hjá Javnaðarflokkinum fríggjakvøldið fekk ting- og landsstýrismanning Javnaðafloksins fullan stuðul til at stuðla Johan Dahl.

Sostatt eru Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fyri at broyta avtaluna um, at landsstýrið skal halda »armslongdarprinsippið« at at landsstýrið skal hava fult vald á Atlantsflog, meðan Fólkaflokkurin vil hava viðurskiftini soleiðis, sum tey eru.

Brævið frá Jøgen Niclasen til løgmann kann lesast HER.>