Jørgen Niclasen byrjar í skeiva endanum

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at nógv er skeivt í einum uppskotið, Jørgen Niclasen ætlar at leggja fyri Løgtingið

Føroya Arbeiðsgevarafelag fer nú upp i kórið við teimum, sum hava fýlast á uppskotið hjá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni um at avtaka Búskaparráðið sum sjálvstøðugt ráð. Í nevndini fyri Landsbankan eru sjey nevndarlimir, men teir skulu nú verða tríggir í tali og teir tríggir skulu samstundis vera Búskaparráð.

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at tað almenna effektiviserar sítt virksemi, men tey halda, at tað er týdningarmikið at byrjað verður á røttum stað.

– Áðrenn avgerð verður tikin um, hvussu ymsir stovnar skulu skipast, eigur tað at vera útgreinað, hvat landið vil hava av hagtølum, greiningum og metingum, á fíggjarliga økinum, og síðan eiga stovnarnar, og arbeiðsorkan, at verða lagað eftir tí.

– Hetta hevði verið rætta raðfylgjan, soleiðis, at vit fáa tað burtur úr, sum vit vilja hava, ístaðin fyri bert at fremja sparingar við at laga stovnar til, uttan fyrst at gera okkum greitt, hvat hvør stovnur, og hvørt ráð, skal gera, og hvussu arbeiðsbýtið skal vera, sigur Arbeiðsgevarafelag.

Arbeiðsgevararnir halda eisini at tað er ivasamt, um tríggir nevndarlimir eru nóg mikið til at tryggja nóg fjøltáttaðar førleikar í nevndini, og tí halda tey, at tað eiga at vera minst fýra, ella fimm limir í nevndini.

Eftir uppskotinum hjá Jørgeni Niclasen skal Landsbankin nú rekast við eini játtan á fíggjarlógini. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at hetta kann reisa spurningar um, hvussu óheftur hann verður, hóast nettupp tað var eitt av grundleggjandi sjónarmiðunum fyri at stovnseta Landsbankan aftur.