POLITIKKUR
Eins og løgmaður metir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at nógv umrødda málið millum hann og Tórbjørn Jacobsen er úti av verðini.
?Eg góðtaki hesa aftutøkuna frá Tórbirni Jacobsen, og nú fara vit at hyggja frameftir, sigur Jørgen Niclasen.
Í tí so nógv endurgivna lesarabrævinum hjá Tórbirni Jacobsen verður Jørgen Niclasen lagdur undir ikki at duga at skilja ímillum sítt egna og annara, og hann kundi ikki sitið í nakrari aðrari stjórn í heiminum.
Jørgen Niclasen metir, at hetta málið hevur skatt samgonguna, men hann góðtekur afturtøkuna frá Tórbirni Jacobsen, hóast talan ikki er um nakra umbering. Jørgen Niclasen heldur, at løgmaður gjørdi rætt, tá hann kravdi eina fulla afturtøku, um samgongan skuldi halda fram.
Spurdur, svarar Jørgen Niclasen, at tað ikki er so týdningarmikið, hvør er vinnari og tapari í hesum málinum, men heldur at arbeiðast kann víðari hjá samgonguni.
?Tað er klárt, at málið hevur skatt samgonguna, og nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at eydnast at halda fram við samstarvinum, sigur Jørgen Niclasen.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann sum landsstýrismaður í tíð og ótíð verður hongdur fyri eitt og annað. Hóast hann ikki er glaður fyri skuldsetingarnar, so metir hann hetta málið vera úti av verðini.
Sambært Jørgen Niclasen vóru tað ikki bara orðini hjá Tórbirni, sum fekk samgonguna at rilla, men eisini fjølmiðlarnir hava spunnið burturúr málinum.
?Fjølmiðlarnir hava havt hug at dramatisera og at gera ting ógvuslig og skapa klandur, sigur Jørgen Niclasen at enda.