Jens Meinhard Rasmussen, stjóri, Supply Service
-----
Samstundis sum føroyingar stríðast fyri at menna okkara samfelag, roynir landsins fíggjarmálaráðharri miðvíst at undirgrava føroyska vinnu og hjúkla um útlendskar kappingarneytar. Hartil heldur hann hánt um føroysk vinnulív, ella í hvussu so er partar av tí.
Hóast føroyingar eru millum teirra, sum hava nógv tær hollastu royndirnar og vitanina um sjóvinnu, so hevur í nógv ár verið púra øskukalt her heima, tá ræður um at reka skip og sjóvinnu, sum ikki troyta okkara fiskastovnar. Allir teir frálíku føroysku sjómenninir hava ikki havt annað í at velja enn at sigla við útlendskum skipum og soleiðis verið við til at leggja støði undir útlendskt vinnulív.
Tey seinnu árini hava nøkur okkara arbeitt við at byggja upp aftur føroysk skipafeløg í teirri einfaldu sannføring, at tað kann ikki vera annað enn rætt og rímiligt, at føroyska hegnið elvir til føroyskt vinnulív. Um vit hugsa um bara okkara felag, so hava vit gjørt íløgur í skip fyri meir enn 1 milliard krónur. Skipini eru skrásett í Føroyum, manningin er føroysk, leiðsla og fyrisiting sita í Føroyum, og vit keypa hópin av tænastum í Føroyum.
Landskassastuðul til norskar reiðarar
Vit hava áður loyvt okkum at vísa á, at tað ikki kann vera rætt, at okkara skattaskipan gevur teimum sjófólkum, sum sigla við norskum skipum, ein serligan botnfrádrátt umframt ein samdøgursfrádrátt. Hetta er beinleiðis studningur til útlendska vinnu mótvegis okkara egnu.
Samdøgurfrádrátturin er nú tikin burtur, men ístaðin ætlar Jørgen Niclasen at hækka botnfrádráttin. Grundgevingin er, at annars flyta útisiglarnir av landinum. Eg loyvdi mær í eini samrøðu við Útvarp Føroya at vísa á, hvussu kappingaravlagandi hetta er móti føroyskari vinnu. Tað eg fekk burturúr var, at fíggjarmálaráðharrin sáddi iva um mítt trúðvirði og vardi seg við ósannindum.
Hetta snýr seg um, at norsk reiðarí fáa ein ágóða frá Jørgeni, sum avlagar kappingina. Í fyrstu atløgu var uppáhaldið, at skipini í føroysku altjóða skipaskránni (FAS) fáa afturbering av skatti, meðan tað fáa norsku skipini ikki. Hetta er beinleiðis ósatt.
Í aðru atløgu var grundgevingin, at uttan Jørgensa botnfrádrátt rýma útisiglararnir av landinum. At landsstýrismaðurin letur seg taka til gísla á henda hátt er í sær sjálvum merkisvert. Landsstýrismaðurin leggur hinvegin einki í, um hann við sínum politikki rekur føroysku reiðaríini av landinum.
Skulu vit stuðla kappingarneytunum?
Skipafeløg kappast á altjóða marknaðinum. Skulu føroysk feløg vera kappingarfør har, mugu tey hava eins góðar treytir sum kappingarneytarnir.
Føroyar, Danmark og Norra hava nettolønskipanir. Tað er ymiskt, júst hvussu hesar skipanir eru settar í verk. Danmark hevur eina reina nettolønskipan, har manning fær eina nettoløn og ongan skatt. Reiðariíni fáa tískil onga skattaafturbering. Føroyar hava eina skipan, har manningin rindar skatt, sum reiðaríini fáa afturborið. Eisini rinda FAS sjófólk í ALS og barsilskipanina. Norra hevur líknandi skipan, har norsku reiðaríini fáa afturbering, eisini fyri føroyingarnar.
Men í Føroyum velja vit so harafturat at geva føroyingum við norskum skipum ein skattafrádrátt upp á 150.000 kr. árliga. Hendan vinnulívsstuðulin til norðmenn lata vit, hóast okkara sjófólk har siglir undir eini skipan, sum annars hevur somu treytir sum FAS, og sum sostatt longu er fult kappingarfør. Hví skal skattgjaldarin í Føroyum stuðla útlendskum stórfyritøkum við kappingarføri og samstundis gera tað óliviligt í FAS, sum annars er ein góð skipan?
Og hví skal landsins fíggjarmálaráðharri stuðla hesum? Hví skulu vit geva fólkum, sum sigla júst í Norra, ein frádrátt? Hví geva vit so ikki eisini teimum, sum sigla í DIS pengar í hondina? Hvat er grundgevingin? Jørgen sigur, at annars rýma tey av landinum. Um tann grundgevingin heldur, mugu vit so ikki eisini geva teimum, sum sigla undir DIS ella FAS sama botnfrádráttin? Kunnu tey fólkini ikki eisini rýma?
Skulu vit oyðileggja FAS aftur?
Í fleiri ár hava skiftandi politikkarar tosað dúgliga um týdningin av at menna FAS. Tað hevur eisini givið úrslit – og kann geva nógv stór og góð úrslit afturat. Endamálið var at gera Føroyar kappingarførar, soleiðis at vit kunnu reka skip hiðani. Hetta er sama endamál, sum norðmenn og danir hava við ávikavist, NIS, NOR og DIS. Hesa tíðina hava eisini nógv skip flaggað um til føroyskt flagg og m.o. vit hava bygt upp ein nýggjan flota. FAS er í støðugari kapping við aðrar tílíkar skipanir.
Men nú rør fíggjarmálaráðharrin upp undir, at Supply Service og onnur, sum hava skip skrásett í FAS, eru nassarar, sum fáa skatt afturbornan. Hetta vísir, at hann slett ikki hevur skilt skipanina. FAS er ikki ætlað at vera ein skipan, sum skal geva landskassanum beinleiðis skatt frá sjófólki. Nøkur útreiðsla er tað heldur ikki fyri landskassan. Tað er umráðandi, at í minsta lagi landsins fíggjarmálaráðharri skilir hetta.
Tað eru reiðaríini, sum sigla inn valuta og gjalda lønir út gjøgnum skattaskipanina. Bjóðar FAS ikki nøktandi karmar, verða skipafeløgini skrásett í øðrum skipaskráum ella niðurløgd. Landskassin fær hvørki meir ella minni av beinleiðis skatti burtur úr hesum. Hinvegin gevur eitt reiðarí, sum er skrásett í FAS, og sum verður rikið úr Føroyum, munandi størri íkast til búskapin, enn um tað var skrásett og rikið í eini fremmandari skipaskrá.
Umframt at sigla inn valuta, skapar eitt FAS-reiðarí, sum verður rikið úr Føroyum, fleiri arbeiðspláss á landi, eins og tað brúkar eina rúgvu av føroyskum tænastum. Vit kunnu nevna kt, fjarskifti, grannskoðan, løgfrøði, útgerð, skeiðsvirksemi, útbúgvingar, gistingarhús, matstovur, flutning og annað. Harafturat kann eitt føroyskt rikið felag elva til, at nýggjar maritimar tænastur og loysnir verða mentar. Supply Service hevur verið við í fleiri tílíkum verkætlanum við góðum úrslitum.
Hvørjum skulu vit liva av?
Fáa fleiri skipafeløg fótafesti í Føroyum, fáa vit eina sterka vinnu her heima, sum spyr eftir fleiri og fleiri føroyskum tænastum. Vit fáa nýggjar fyritøkur, sum halda seg framat við tænastum, loysnum og nýskapan. Vit hava longu nakrar í ljósmála. Hví ikki heldur miða eftir at fáa hesar vinnur at blóma, soleiðis at fleiri og fleiri undirveitarar kunnu leggjast afturat maritimu vinnuni?
Vit hava í Føroyum hópin av førleikum og vitan, sum vit í løtuni flyta út sum arbeiðsmegi. Okkara samfelag kundi fingið munandi meira burtur úr hesum førleikum. Men royna vit ikki at stimbra føroysku vinnuna, so hon veksur, verður trupult at fáa hjávinnur burturúr. Vit mugu tora at hava visjónir um eitt fullfíggjað maritimt umhvørvi í Føroyum. Tað gera vit fyrst og fremst við at geva reiðaríunum góðar treytir at virka undir. Tær hava reiðaríini eisini í dag, men tær verða innanholaður, tí at vit velja at stuðla reiðaríum undir fremmandum flaggi og hetta setur FAS í eina verri støðu.
Okkara góðu sjófólk er grundarlagið undir okkara virksemi, og hetta skal ikki skiljast soleiðis, at vit ikki virða útisiglarar, sum geva eitt gott ískoyti til búskapin. Men virðini verða ikki skapt í Føroyum, og tað gevur ikki nakað avleitt virksemi í landinum, so sum maritimar hjávinnur ella arbeiðspláss á landi. Hyggja vit hinvegin at Norra, so hava tey har allar maritimar vinnur, sum hugsast kunnu – design, skipasmiðjur, útbúgving og alla útgerð til skip. Norsku reiðaríini hava lagt grundina undir hesar hjávinnur. Vónandi kunnu vit læra av teimum og menna føroyska samfelagið á fleiri økjum.
FAS og tilknýtt virksemi kunnu av álvara gerast eitt munandi íkast til føroyska búskapin og kann verða við til at lyfta føroyska samfelagið eitt stig longri inn í framtíðina. Føroyski búskapurin er í dag í ov stóran mun treytaður av gongdini í fiskivinnuni og alivinnuni. Hesar vinnur hava avmarkaðar vakstrarmøguleikar, og makrelurin kann hvørva aftur eftir einum ári.
Vit ynskja bara møguleikan at kappast við aðrar á jøvnum føti. Við áræði og rætta hugburðinum kunnu vit í Føroyum koma langt fram á leið.