Tann 24 ára gamli amerikanski hermaðurin Paul Cortez hevur viðgingið, at hann var við til at neyðtaka eina irakska gentu í bygdini Mahmoudiyah tann 12. mars í fjør. Aftan á neyðtøkuna skutu hann og felagarnir gentuna, eina yngri systir hennata og foreldur teirra. Verjin hjá Paul Cortez sigur, at hermaðurin hevur játtað seg sekan fyri at sleppa undan deyðadómi. Ein felagi hansara, tann 23 ára gamli James Barker, hevur fyrr fingið lívlanga fongsulsrevsing í sama máli. Hann játtaði seg eisini sekan.