? Vit í minnilutanum í trivnaðarnevndini hava roknað játtanina út í mun til tørvin á ávísum økjum innan almanna- og heilsuøkið, og koma vit til tað úrslit, at játtanin á fíggjarlógini er meira enn 60 milliónir krónur ov lág til hesi útvaldu øki.
Kristian Magnussen, limur í trivnaðarnevnd løgtingsins, heldur játtanina til almanna- og heilsumál á fíggjarlógaruppskotinum vera burturvið lága, og vísir hann á, at einki samband er millum játtan og virksemi.
4 postar
Hans Pauli Strøm, Kristian Magnussen og Marjus Dam hava roknað upp á fýra postar í grein 3 í fíggjarløgtingslógaruppskotinum, ið er almanna- og heilsumál. Postarnir eru tey trý sjúkrahúsini, øll vanlig forsorg, eldrarøkt og allar pensjónir.
Roknað er út frá nýtsluni í seinastu níggju mánaðirnar í 1999, og komið er fram til, at játtanin fyri ár 2000 til hesar fýra postar er 66 milliónir krónur ov lág. Játtanirnar til øll fýra økini eru eisini alt ov lágar hvør í sær.
Hans Pauli Strøm vísir á, at tølini eru rættuliga eftirfarandi, tí talan er um postar, ið eru rættuliga javnir gjøgnum alt árið.
Eftir framrokningunum og samanburðinum hjá andstøðulimunum í trivnaðarnevndini koma 42 milliónir krónur at vanta í, tá peningurin til rakstur av sjúkrahúsunum, vanlig forsorg og eldrarøkt er lagdur saman. Harafturat koma 24 milliónir at vanta í til pensjónir, um tær verða hækkaðar við 40 milliónum.
Ógvusligar broytingar
Páll á Reynatúgvu, formaður í trivnaðarnevndini, er ikki so heitur fyri at greiða frá ummælinum frá trivnaðarnevndini til fíggjarlógaruppskotið, sum nakrir av hinum limunum. Men hann sigur tó, at nevndin er samd um, at ógvusligar broytingar skulu til, fyri at fáa virksemi og játtan at hanga saman á almanna- og heilsuøkinum. Men nógv meira vil hann ikki siga.
Tó nevnir hann, at játtanin til forsorgarøkið var 99 milliónir í 1998. Í ár er hon 89 milliónir, men krevur eykajáttan, tí hon heldur ikki. Tí heldur hann tað vera løgi, at játtanin fyri ár 2000 aftur er sett til 89 milliónir, og sigur hann seg vera vísan í, at hendan játtan ikki fer at halda.
Ummælið frá trivnaðarnevndini til fíggjarlógaruppskotið varð latið fíggjarnevndini í gjár, og mælir trivnaðarnevndin til, at fíggjarnevndin hyggur nærri at fleiri økjum innan almanna- og heilsumál.