Jøvn kapping um løgmanssessin

Í veljarakanning vilja 26 prosent hava Jóannes Eidesgaard til løgmann, 20 prosent høvdu helst sæð Anfinn Kallsberg aftur í sessinum, meðan Høgni Hoydal fær undirtøku frá 19 prosentum av veljarunum


Nú styttist til næsta val. Eitt sindur av ófriði hevur verið í samgonguni í seinastuni, bæði í sambandi við tað sokallaða 266b-málið og løgtingsfíggjarlógina, so tað er einki forgjørt í at spyrja, hvat ið veljarin sær fyri sær sum løgmann eftir eitt val.
Í kanningini sum varð gjørd 11. og 12 desember varð spurt: "Hvønn politikara høvdu tygum helst sæð sum løgmann?"  - Spurningurin varð settur, aftaná at fólk høvdu upplýst, hvønn flokk tey høvdu atkvøtt fyri, "um val var í dag".
 
Løgmaður favorittur
Her svaraðu 26 prosent, at tey vildu helst hava verandi løgmann, Jóannes Eidesgaard, 20 prosent høvdu helst sæð fyrrverandi løgmann, Anfinn Kallsberg koma aftur í sessin, meðan Høgni Hoydal fær undirtøku frá 19 prosentum av veljarunum. Hesir tríggir liggja í einum øki fyri seg, so tað er ikki ov nógv sagt, at valið má standa ímillum hesar.
Formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen megnar framvegis ikki at lyfta seg uppfrá. Hann fær undirtøku frá bert 2 prosentum. Tað er lítið meira enn tað, ið formenninir í teimum smáu flokkunum fáa. Jenis av Rana fær niðanfyri prosentið; Kári P. Højgaard varð ikki nevndur av einum einasta veljara í kanningini.
Tað er áhugavert at fylgja gongdini í stuðlinum, ymsu løgmansevnini fáa. Teir tríggir, ið liggja frægast fyri hava verið við síðani byrjað varð at spyrja henda spurning í 1998. Í fyrstuni dugdu fólk heldur illa at fyrihalda seg til spurningin, so meginparturin segði seg ikki vita. So her verða bert tøl frá 2000 og fram tikin við.
 
Lækking til Anfinn
Anfinn Kallsberg hevur staðið sjáldsama stinnur. Tað mesta av tíðini omanfyri 30 prosent. Eitt skifti móti endanum av 2003, tá ið tað stundaði til val í úrtíð, táttaði tað í, at helmingurin av Føroya fólki ynsktu hann sum løgmann. Nógv tey flestu vóru veljarar hjá øðrum flokkum. Tað helt sær eisini aftaná valið í januar 2004, tá ið hann varð svartlistaður av hinum flokkunum ikki bert sum løgmansevni, men eisini at kunna sita í landsstýri sum vanligur landsstýrismaður. Í kanning fyri einum ári síðani lá hann framvegis omanfyri 30 prosent-strikuna, men hesaferð lá hann fyri fyrstu ferð síðani hann gjørdist løgmaður í 1998 ikki fremstur. Jóannes Eidesgaard fekk togað seg framum. Í seinastu kanningini er undirtøkan farin at rilla. Nú er talið komið niður á 20 prosent. Ivaleyst hevur tað ávirkan, at alt fleiri røddir tosa um eitt formansskifti í flokkinum, eisini hann sjálvur. Trupulleikin verður so, um flokkurin við so stuttum skotbrái klárar at finna formann, sum veljararnir taka eins væl undir við sum løgmansevni.
 
Gjógvin minkar
Jóannes Eidesgaard var í fleiri ár tann mest upplagdi mótkandidaturin til tann sterka Anfinn. Fyri tað mesta átti hann fittan mun til aðrar medavbjóðarar, so sum Høgni Hoydal. Tað helt sær til stutt uppundir seinasta løgtingsval í 2004, tá ið Lisbeth L. Petersen fór framum. Og munurin niður til Høgna Hoydal var stórt sæð burtur. Anfinn hevði meira enn tað dupulta av tí, ið Lisbeth kundi fáa, men tað hevði minni týdning, tí allir flokkar høvdu sligið hondina av Anfinni - hann kundi ikki gerast løgmaður aftur, soleiðis sum støðan var vorðin. Men alt lagaði seg so væl fyri Jóannesi. Lisbeth L. Petersen fór frá fáar dagar eftir valið, so Sambandsflokkurin, ið annars var sigursharri, stóð uttan løgmansevni í samgongusamráðingunum. Anfinn varð svartlistaður, og Høgni Hoydal og hansara flokkur hevði sett seg sjálvan uttanfyri, ella varð settur út um dyr, hvussu tú nú velur at síggja tað. Jóannes Eidesgaard gjørdist løgmaður og við tí vaks stuðulin, so hann enntá tók seg framum Anfinn. Men nú tykist stuðulin so longu at minka aftur. Og tann gjógv, ið var ímillum tølini hjá honum og so teimum hjá andstøðuleiðaranum, Høgna Hoydal, er í dag bert ein veit í samanbering. Fyri einum ári síðani var stuðulin hjá Jóannesi tríggjar ferðir so stórur sum tann hjá Høgna Hoydal. 33 prosent móti bert 11. Í dag er munurin 7 %.
 
Høgni bjóðar av
Hjá Tjóðveldisflokkinum hevur tað altíð verið trupult at vinna sær løgmann. Hóast hann hevur verið størsti flokkur í fleiri samgongum, so er hann enn tann einasti av teimum fýra stóru flokkunum, ið ongantíð hevur havt henda heiður og álit. Men nú tykist at bragda aftur. Eftir eitt langt skeið, har stórur partur av tjóðveldisveljarunum heldur sóu Anfinn sum løgmann heldur enn teirra egna formann, so nærkast Høgni Hoydal eini støðu, har hann lættliga kann gerast einasti veruligi avbjóðari til løgmansstarvið á komandi vali.
 
Kaj Leo á knøunum
Sambandsflokkurin hevur seinastu mongu árini drigist við innanhýsis ósemjum, har tað hevur borið illa til at staðið saman um formannin sum løgmansevni. Tað sæst aftur í veljararakanningunum. Kanska ikki í stuðlinum til flokkin, men til formenninar sum løgmansevni, ið fólk trúgva uppá. Aftaná at Edmund Joensen fekk sínar egnu ímóti sær gingu fleiri ár, áðrenn nýggi formaðurin, Lisbeth L. Petersen hevði fingið eina støðu sum javnbjóðis boð upp á løgmanssessin. Og so mistu hon og flokkurin alt á gólvið seinastu vikurnar í seinastu valorrustuni. Og síðani hevur gingið av skriðuni til. Formaðurin, ið síðani varð valdur, hevur ikki megnað at skapt neyðuga álitið rundanum seg. Stórur partur av hansara egnu hevur ikki gjørt honum uppgávuna lættari við at skipa fyri vali við mótvalevni til formansstarvið minni enn tvey ár eftir, at hann hevði tikið við. Tað sæst aftur í tølunum, har hann framvegis krýpur á knøunum niðri á 2 prosentum. Tá verður ringt at bjóða upp á løgmanssessin, hóast flokkurin annars stendur seg væl í veljarakanningum.