Nógv gjørdust spent, tá Jermaine Jackson boðaði frá, at Jackson 5 fara á konserferð. - Vit hava leingi ætlað at fáa Jackson familjuna samlaða aftur. Hetta verður tó meira fyri familjunnar skuld. Janet byrjar konsertina, og sjálvandi verða allir 5 upprunalimirnir við. Vit eru í upptøkuhølunum nú og leggja ætlanir um eina konsertferð næsta ár, greiddi Jermaine fyri stuttum frá.
Men hetta ljóðar næstan ov gott til at vera veruleiki fyri teirra fjepparar. Og tað vísir tað seg eisini at vera.
Minni enn 48 tímar eftir, at Jermaine gav boðini, kom Michael Jackson við sínum egna úttalilsi.
- Míni systkin hava allan mín kærleika og stuðul. Og vit hava heilt víst havt nógvar góðar upplivingar, men í hesu løtu havi eg ongar ætlanir um at spæla inn ella at fara á konsertferð saman við teimum, sigur Michael. Hann sigur eisini, at hann sjálvur er í upptøkuhølunum og í gongd við eina nýggja spennandi verkætlan, og vónað verður, at hetta gerst hansara leingi ætlaða comeback