Jacob Bymar til B68

Heimasíðan hjá B68 skrivar, at leygardagin skrivaði Jacob Bymar undir avtalu við B68 fyri næsta kappingarár. Bymar er uppvaksin á Fanø og hevur sína uppæling í fótbólti í Esbjerg FB, har hann eitt skifti var partur av 1. liðshópinum. Jacob er ein sera evnaríkur leikari og hevur sum heilt ungur leikt við donsku U15, U17 og U19 landsliðunum. Í Føroyum er hann helst best kendur fyri at hava spælt við KÍ í 2004 og 2005.