Jacob, Kaj og Eyðfinnur á fundi í Halifax

Sum skilst, eru vónirnar um eina loysn á kreppuni millum Føroyar og Kanada ikki nakað serligar, tí langt hevur verið og er framvegis millum partarnar


Ráðstevna

Sunnudagin fóru landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, Kaj P. Mortensen, fiskivinnustjóri og Eyðfinnur Finnson, til Halifax at luttaka á ráðstevnu, sum er millum fiskimálaráðharrarnar í Norðuratlantshavi. Hetta er ein árlig ráðstevna, sum skiftir ímillum londini. Í ár er tað so Kanada, sum er vertur.
  Ráðstevnan byrjaði í gjár og heldur fram í dag.

Jacob og Robert

Í Halifax fara Jacob, Kaj og Eyðfinnur eisini at tosa við kanadiskar myndugleikar um kreppuna millum Føroyar og Kanada, har allar kanadiskar havnir hava verið stongdar fyri føroyskum fiskiskipum í langa tíð.
  Stríð er um rækjurnar í altjóða sjógvi á Grand Bank, har føroyingar hava ásett sína egnu kvotu, sum er nógv størri enn evarska lítla kvotan, sum NEAFC hevur tillutað okkum.
  Ætlandi verður fundurin millum Jacob Vestergaard og kanadiska fiskimálaráðharran, Robert Thibault, seinnapartin í dag.

Málið neyvan loyst

Sum skilst, eru vónirnar um eina loysn ikki nakað serligar, tí langt hevur verið og er framvegis millum partarnar.
  Føroyar og Kanada hava samskift um málið á embætismannastigi, og hóast Jacob Vestergaard hevur nevnt, at partarnir í seinastuni hava tosað betur saman, er tað helst ov bjartskygt at vænta, at nøkur endalig loysn fæst á fundinum í Halifax.
  Men nú fáa vit so at síggja, hvussu leikur fer.