Jacob Kjærbo: Sonurin gjørdist kendur flaggberari hjá Frelsunarherinum

Kjærbo eitt sjáldsamt navn í Havn. Men ein sera kendur havnarmaður var Abbaba Kjærbo. Foreldrini hjá honum og ein dóttur, Julina, eru einastu Kjærbo við steini í gamla kirkjugarði

Óli Jacobsen

Jacob Jacobsen Kjærbo var føddur 24.5 1865. Foreldrini vóru Adolf Christian Jacobsen og Paulina Christina Joensdatter. Hann var doyptur í Nólsoyar kirkju tann 20.6 sama ár og giftist í Havnar Kirkju tann 17.12 1889 við Johannu Katrinu Niclassen av Slættanesi f. 20.8.1866. Tey búsettust í Lucas Debesargøtu í 1925. Hann átti trøð niðanfyri plantaguna.
Tey fingu fimm børn.
Elstur var Adolf Christian Eskild, vanliga kallaðir Addaba, f. 15.9. 1890. Hann giftist við Johonnu Rasminu Hansen f. 14.3 1896 í Sørvági. Tey fingu fimm børn. Hann doyði í 1986.
Ættin kom úr Noregi
Í blaðnum Stavnhaldinum finst í 1979 ein áhugaverd samrøða við Addaba, har hann eisini greiðir nakað frá pápa sínum. Hann sigur m.a.
Pápi mín æt Jákup og abbi mín Adolf. Abbi hevði ein beiggja, og pápi teirra var ættaður úr Noregi, haðani navnið Kjærbo kemur. Men sum smádrongur minnist eg, at tað á kjallaraspjaldrinum stóð “Kjærbø”. Pápi mín kom at hava Jacobsen til eftirnavn, men av tí, at tað vóru so nógv, sum itu Jacobsen, so tók hann tað gamla navnið Kjærbo afturat.
So var tað ein annar beiggi lang­abba mín úr Noregi. Hann giftist til Sumbiar, og úr Sumba hevur so Kjærbo-navnið spreitt seg um allar Føroyar, meðan tað næstan doyr út í Havn.
Eg eri føddur har uppi við dóm­húsið í tí lítla húsinum, sum stendur beint yvir av dómhúsinum.
Pápi mín átti tað húsið og grund­stykkið niðanfyri, sum bak­arin Fossaa seinni bygdi á. Navnið Addaba fekk eg longu sum smá­drongur, tí tey heilt smáu børnini dugdu ikki at siga Adolf, so tað gjørdist til Addaba.
Tá ið foreldur míni fingu eitt barn afturat, tóku omma og abbi mín meg oman til teirra á Húsa­brúgv, og so búði eg í tí húsinum, beint við Avhaldshúsið í tí lonini, sum er beint aftanfyri Hotel Hafnia. Karl, fostursonurin, kom seinni at búgva har.
Hóast eg ikki var meira enn fýra ára gamal, minnist eg, tá ið gamli kommunuskúlin var bygdur. Eg gekk jú har og sá, hvussu teir arbeiddu. Tað var Jákup Andreas Arge, sum var arbeiðsformaður.

Arbeiddi hjá Valdemar Lützen
Í 1916 fór eg ein túr niður til Skot­lands við skonnartini “Forældres Minde” hjá Valdemar Lützen. Hetta var mitt undir fyrra heimsbardaga, og minubelti vóru løgd út. So ein skuldi halda seg so og so langt úr landi. Men Jógvan við Stein, sum var skipari, tók ikki hetta so tungt. Erik Mohr, sum seinni gjørdist skipari á Tjaldrinum, var matrósur. Vit vóru bara fýra mans við. Tá ið vit koma niður móti Holinum, tá kemur Erik rópandi niður í lugarið: “Kom upp, kom upp.” Tá lá har ein ógvuliga stórur ferðamannadampari við kanón­um peikandi móti okkum. Teir kannaðu pappírini, og tá var sloppið.
Hóast eg gjørdi einstakar túrar, gjørdist eg ikki sjómaður. Eg kom at arbeiða leingi hjá Valdemar Lützen. Hann hevði verksmiðju úti í Rættará, har hann millum annað gjørdi fiskabollar.
Hann hevði eisini timburhandil. Eina ferð, ein skonnart kom við timbur, vóru eg og Hjalmar Gutte­sen bidnir um at koma av fiska­plássinum, har vit arbeiddu, at lossa hesa skonnart.
Frá hesum degi varð eg ver­andi hjá Lützen at skilja viðin í timbur­handlinum, og eg var har inntil aftaná kríggið.
Undir krígnum kom øll oljan úr Onglandi. Vit kundu ikki hava bensinið í tangunum vegna vand­an fyri bumbing. Tað var so tappað í tunnur og koyrt út til vatn­brunnarnar undir Gráasteini, har eini hús vórðu bygd til endamálið.
Valdemar Lützen var rættiliga skjótur at fáa sær lastbil at koyra við koli út til kundarnar. Tá kom eg at koyra saman við Kristian Jensen, Sandinginum. Eg lærdi at koyra bil hjá honum og tók koyrikortið í 1927. Tað var ikki so gott at koyra í Havnini, ógvuliga smalt var nógva staðni.

Gjørdist partur av Frelsunarherinum
Frelsunarherurin kom til Føroya í 1923, og her kom Addaba at hava ein stóran leiklut, tá ið hann varð umvendur í 1927. Hann gjørdist soldátur í herinum og var tað alla sína tíð.
Addaba greiðir millum annað frá:
Eitt tað fyrsta verk eg fekk litið í hendur innan Frelsunarherin var at vera flaggberari. Flaggið varð eisini borið undir jarðarferðum, tað kundi vera strævið viðhvørt, tá ið nógvur vindur var.
Viðvíkjandi tí at brúka musikkin hevur Frelsunarherurin gingið undan á mangan hátt. Tá ið eg hugsi um farnar tíðir, so haldi eg, at eg kann siga, at sást tú ein guitara brúktan á gøtumøtum í Havn, so var tað Frelsunarherurin, men her hava aðrar samkomur tikið við.

Versonurin leiðari í Frelsunarherinum
Tað er eisini partur av hesi ættar­søgu at Hilmar Andrésen, ver­sonur Addaba, giftur við Hedvig, gjørdist leiðari í Frelsunarherinum í Føroyum. Hann var evnaríkur og væl dámdur maður, og hann var ein dugnaligur leiðari. Men hann doyði í 1954, 46 ára gamal, meðan hann var staddur í Íslandi. Hetta var ein stórur smeitur fyri Frelsunarherin. Hedvig giftist upp aftur yviri í Noregi.
Hini børnini hjá Johonnu Cathrinu og Jacob vóru:
Henrietta Sofía f. 1891. Hon gift­ist við dananum Viggo Fjordside. Tey búðu í USA og áttu eingi børn.
Poulina Christina Dominika f. 1895. Giftist í Danmark við Valde­mar Kristoffersen
Jacob Kjartan Lorents f. 1899. Giftur við Elly Magdalenu Hansen f. 1897.
Karla Frida Thomasia f. 1902.
Karla fekk meslingar tvey ára gomul. Hon gjørdist deyv og dumb og partvíst lamin av sjúku. Um 9 ára aldur varð hon send til Dan­markar á deyvaskúla og fyri at fáa læknahjálp fyri sínum lamni.
Hon kemur heim aftur í 1931. Undir krígnum var Karla umborð á "Smirli", tá ið hann var bumbaður. Tá fekk hon ein slíkan skelk, at hon fekk mein fyri lívið, og hon doyði í 1943. Hon var ógift, men átti ein son, sum æt Karl, giftur við Maju av Skála. Hann vaks upp hjá Addaba.