Óli Breckmann, løgtingsmaður vil hava landsstýrismannin í fiskivinnumálum at kanna, um nakað samanfall hevur verið hesa eitt nú seinastu øldina millum harðan og veikan El Nino í Kyrrahavinum og ávikavist góðan og lakan fiskiskap eftir toski við Føroyar.
Tað ætlar løgtingsmaðurin at spyrja landsstýrismannin í einum skrivligum fyrispurningi, sum Løgtingið skal taka støðu til í dag.
Í viðmerkingunum vísir Óli Breckmann á eina grein hjá Osmundi Justinussen um samanhang millum veðurfyribrigdið El Nino og fiskiskap eftir toski við Føroyar. Osmund Justinussen helt seg hava varnast, at tá El Nino er harður og ger nógv um seg fram við Norður-, Mið- og Suðuramerikansku vesturstrondini, og tað heita luftrákið seinni ávirkar luft- og sjóvarhitan í Atlantshavinum, batnar fiskiskapurin eftir toski heilt norðuri við Føroyar.
Øvugt helt Osmund Justinussen seg kunna siga, at tá El Nino er veikur, versnar fiskiskapurin eftir toski við Føroyar.
Óli Breckmann heldur, at tað átti at borið landstýrismanninum til við sammettum tølum og strikumyndum at greitt tingmonnum frá, um nakar samanhangur er, og hvør hann er.