Jacob Vestergaard skal sjálvur taka ábyrgdina

Endar sakarmálið um Jógvan S við, at landskassin noyðist at betala endurgjald, skal landsstýrismaðurin sjálvur taka ábyrgdina á seg, staðfestir Kári P. Højgaard í sjálvstýrisflokkinum


Jógvan S
 

Tað er ongin ivi: Endar hetta við, at landsstýrið noyðist at betala endurgjald, skal landsstýrismaðurin sjálvur standa við ábyrgdina.
Tað staðfestir Kári P. Højgaard, formaður sjálvstýrisfloksins.
Tað, sum hann sipar til, er sakarmálið, sum nú er í Føroya Rætti, har felagið, sum átti illa umstrídda línuskipið, Jógvan S. Hevur kravt landsstýrið eftir 10,7 milliónum í endurgjaldi fyri tað, at landsstýrið tók loyvið at fiska frá skipinum.
Formaðurin í sjálvstýrisflokkinum sigur, at endar sakarmálið við, at landskassin kemur undir endurgjald, má landsstýrismaðurin sjálvur ábyrgdast fyri tað.
Tað var Jacob Vestergaard, sum tók fiskiloyvið frá Jógvan S við teirri avleiðing, at báturin varð lagdur.
Jacob Vestergaard er aftur nú landsstýrismaður. Hesuferð er hann ikki landsstýrismaður í fiskivinnumálum, men í innlendismálum.
Og tað er alt, sum bendir á, at hóast málið um Jógvan S nú nærkast eini í rættinum, fer eisini eitt politiskt eftirspæl at koma, tá ið Løgtingið kemur saman aftur á Ólavsøku.
Kári P. Højgaard sigur, at hann var sjálvur í samgongu, tá ið Jógvan S misti fiskiloyvið.
-Í tí sambandi varð kallað saman til ein samgongufund, har málið um Jógvan S var til viðgerðar. Tá gjørdi sjálvstýrisflokkurin púra greitt, at vit góvu landsstýrismanninum fulla heimild og fríar hendur at taka tað avgerð, sum hann helt verða rætta.
- Men vit gjørdu eisini púra greitt, at førdi avgerðin hjá landsstýrismanninum til, at landskassin kom undir endurgjaldskrav, fóru vit at krevja, at landsstýrismaðurin sjálvur tók ábyrgdina av hesum.
Hóast rættarmálið ikki er liðugt enn, er onki at lítið av ivast í, at landskassin kemur undir endurgjald, tí Fiskimálaráðið  hevur góðtikið at betala 2,5 milliónir í endurgjaldi.
- Sostatt er tað nokk so greitt, at landð undir øllum umstøðum ikki sleppur undan at betala eina millióna upphædd av skattgjaldarans pengum til reiðaríið hjá Jógvan S.
Kár P. Højgaard sigur, at hann enn hevur somu meining um ábyrgdina hjá landsstýrismanninum, sum hann hevði tá ið samgongufundurin var á sinni.
Tí krevja vit framvegis, at landsstýrismaðurin skal standa við ábyrgdini.
Hann sigur, at fyribils bíðar hann eftir, at dómurin er fallin.
- Verður tað staðfest, at landskassin skal betala endurgjald, fara vit sostatt at reisa málið á politiskum stigi, tá ið Løgtingið kemur saman aftur á Ólavsøku.
Hvussu tað skal gerast, veit hann ikki akkurát.
- Tað kann gerast við einum skrivligum fyrispurningi til landsstýrismannin, so at vit fáa  lýst málið til fulnar og fáa eina fullgóða frágreiðing um, hví Jògvan S fyrst fekk fiskiloyvið, men síðani misti tað aftur.
- Tað má vera minsta krav, at vit fáa eina gjølliga lýsing av málinum fyri at vita, hvussu tað bara t il, at henda støðan kom í.
Hann leggur afturat at var talan um eina politiska avgerð, vil hann hava at vita, hví landsst´rismaðurin tók eina slíka politiska avgerð.
- Tá ið málið er lýst, kann støða takast til, hvat so skal henda, sigur Kári P. Højgaard.
Hann vil ikki siga, um talan verður um eitt misálit á landstýrismannin, hann metir ikki, at landsstýrismaðurin kann krevjast at betala peningin aftur, tí hetta snýr seg um hansara embætisførslu og tí skal privatmaðurin haldast uttanfyri.