Í dag veit norska kringvarpið NRK at siga, at eitt SAS-flogfar hevur fingið hjálp á leiðini millum Oslo í Noregi og Manchester í Onglandi.
- Trupulleikin var, at flogfarið misti alt samskiftissamband og tískil hevði brúk fyri hjálp á ferðini, veit www.Metro.co.uk at siga.
Tað er vanligt, tá slíkt hendir, at jagaraflogfør verða send avstað at hjálpa, soleiðis at flogfarið, sum hevur trupulleikar, kemur trygt upp á pláss.
Soleiðis varð eisini gjørt í hesum førinum, har tvey jagaraflogfør fylgdu SAS-flogfarinum, sum lí dag endi trygt í Manchester í Onglandi.
##med2##