Jagstra insulindrápsmann

Bretska løgreglan leitar eftir einum persóni, sum hevur gjørt av við fimm sjúklingar á Stepping Hill-sjúkrahúsinum nærhendis býnum Manchester. Tey fimm eru deyð, tí onkur hevur koyrt insulin í saltvatn, sum tey fingu.

Fyrradagin tók løgreglan ein 27 ára gamlan sjúkrarøktarfrøðing, sum arbeiðir á Stepping Hill-sjúkrahúsinum, tí løgreglan hevur illgruna um, at hon gjørdi av við tríggjar teir fyrstu sjúklingarnar. Enn hevur løgreglan ikki sagt, um kvinnan kann hava samband við teir báðar seinastu tilburðirnar.

Málið minnir nógv um eitt tilsvarandi mál í Bretlandi í nítiárunum, tá sjúkrarøktarfrøðingurin Beverly Allitt varð dømd fyri at hava dripið fýra børn við insulini og fyri at hava roynt at drepa níggju aðrar sjúklingar á einum sjúkrahúsi í Lincolnshire. Beverly Allitt, sum fekk eyknevndið "Deyðans eingil", fekk í 1993 lívlanga fongsulsrevsing.