ramFríggjadagin letur upp málningaframsýning við málningum hjá Jákubinu Hansson í matstovuni hjá Dugna á Hjalla.
Jákubina sýnir fram abstraktar stemningsmyndir, har flestu motivini eru kvinnumyndir, málaðar seinastu trý árini.
Jákubina hevur verið á fleiri skeiðum hjá Birger Møller, umframt øðrum undirvísarum. Hon hevur sýnt fram til kvøldskúlaframsýningar, í Smiðjuni í Lítluvík og til Ólavsøku framsýning í Listaskálanum, 2010.
Framsýningin eru opin millum klokkan 11.30 og 16. Opið er fram til 30. august.