Jákup á Borg nærkast metinum hjá John Petersen

Jákup á Borg er nú bara 3 mál frá at fáa gamla liðfelagan, John Petersen aftur, sum mest skorandi leikari í Føroyum nakrantíð.

B36 liðskiparin, Jákup á Borg, hevur fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið. Málið, ið hann fekk í dystinum í Klaksvík í gjár, var 6 málið hjá Jákupi hetta kappingarárið. Málið hevði eisini við sær at Jákup legði seg undir liðuna á Klæmint Olsen, sum toppskjútti í Effo-deildini higartil í ár.

 

Jákup á Borg er nú einans 3 mál frá at fáa metið frá gamla liðfelaganum, John Petersen. John Petersen eigur enn metið sum mest skorandi leikari í Føroyum nakrantíð. Men tað tykist lítil ivi vera um, at heldur Jákup á Borg fram á sama hátt hetta kappingarárið, gongur ikki long tíð, til at Jákup á Borg er mest skorandi leikari í føroyskum fótbólti nakrantíð.

 

Jákup á Borg hevur skotið 143 mál í fremstu føroysku deildini. John Petersen skeyt 146 mál í fremstu føroysku deildini.