HB boðaði undan toppdystinum móti Víkingi í gjár frá, at Jákup L. Thomsen aftur er á vøllinum og hevur gjørt sáttmála fyri restina av árinum. Áleyparin hevur verið illa skaddur í knænum.
- Eftir at hava stríðst við skaða í meginpartin av 2023, fór Jákup undir skurð í november í fjør. Skurðviðgerin gekk væl, og Jákup hevur vant hart og miðvíst saman við Niklas og Gilberto síðani mai mánað. Nú er hann so klárur at spæla aftur, og hevur eisini undirskrivað sáttmála, galdandi restina av hesum kappingarárinum, skrivar HB.
Fyrr í vikuni bleiv kunngjørt, at danski áleyparin, Jacob Johansson, er givin í felagnum. Fyriuttan Mikkel Dahl, so er ongin annar royndur áleypari í hópinum. Nú er greitt, at Jákup L. Thomsen er klárur at trðaka til. HB hevur eisini 16 ára gamla Dávid Reynheim í hópinum.
HB tapti í gjár 2-0 móti Vìkingi og hevur seks stig upp til fyrsta plássið.