Jákup er evni at gerast ársins spælari í Herfølge

Fótbóltur: Klaksvíkingurin skal leggjast undir skurð beinanvegin, tá danska kappingin verður liðug um fjúrtan dagar, og landsliðið hevur verið í Estlandi

? Í mínum huga er eingin ivi um, at Jákup Mikkelsen er eitt av evnunum til at gerast ársins spælari í Herfølge. Hann hevur verið sera stúttur í vár, og eg rokni hann sum ein av mest týdningarmiklu spælarunum hjá mær.

Tað er Ole Mørch, venjarin hjá Herfølge, sum vit hava í telefonini. Hann dylur ikki, at hann er sera fegin um, at tað hevur eydnast felagnum hjá honum at bundi Jákup Mikkelsen afturat sær tvey ár afturat:

? Eg havi sagt tað áður, at Jákup er besti fótbóltsspælarin, sum er málverji í superliguni, og tað vita hini feløgini eisini. Tí er einki at ivast í, at tað eru fleiri, sum eru áhugað í at fáa hann í sín hóp. Eg havi fyrr sagt, at Jákup hevur verið ov afturhaldandi, og at hann hevur havt onkrar veikleikar, tá hann hevur roynt eftir høgum innleggum. Nú hevur Jákup spælt nógv, hann veit, hvat hann er verdur, og tað vita hinir eisini, og tað hevur gjørt, at verjuspælið hjá okkum er vorðið tryggari. Men at tað alla tíðina skal arbeiðast við søkini, sóu vit sunnudagin. Vit taptu 4-3, og hóast Jákup ikki var orsøk til nakað av málunum, so halda hvørki hann ella eg, at hann hesa ferð var nóg tryggur. Hann fór skeivur av einum høgum innleggi, og hann var ov seinur út til ein stikkbólt. Báðu ferðirnar slapp hann væl frá tí kortini, men hetta órógvaði bæði hann sjálvan og verjuna.

Verður hann málverji hjá tykkum eftir summarfrítíðina?

? Eg plagi at siga, at tað er neyðugt við tveimum góðum málverjum. Nú var Kaj Larsen leingi skaddur, men hann er komin fyri seg aftur. Kortini rokni eg við, at Jákup Mikklsen verður tann fyrri, sum fær møguleikan, tá vit byrja aftur fyrst í juli.

Ole Mørch greiðir frá, at Jákup Mikkelsen hevur havt onkrar smávegis trupulleikar í knænum, og at ætlanin er, at læknin skal hyggja inn í knæið beinanvegin eftir at síðsta umfarið í landskappingini er spælt 2. hvítusunnudag. Tað vil siga, at hetta verður gjørt beinanvegin, eftir at landsliðið er komið aftur úr Estlandi, har Føroyar skulu spæla 4. juni.


Soltin úrtøka

Herfølge tapti 4-3 í Ikast sunnudagin, og tað er ikki undur í, at Ole Mørch ikki var serliga fegin um tað. Herfølge var á odda 3-2, tá fimm minuttir vóru eftir, men so kiksaði ein rangstøðufella og í síðstu løtu gjørdu teir sjálvmál, tá bólturin varð snittaður, so hann tvær ferðir broytti kós, áðrenn hann fór í málið hjá Jákupi. Herfølge hevði annars verið á odda tríggjar ferðir.


Todi skuldi goymast

FCK og Todi Jónsson vóru í Gladsaxe, og eftir málleysan fyrra hálvleik, har FCK var væl við í spælinum, vann heimaliðið 2-1.

Todi Jónsson spældi bara fyrra hálvleik. Vit frætta, at tað var avrátt undan dystinum, at føroyski álopsmaðurin skuldi bara spæla fyrstu 45 minuttirnar. Kent Karlsson vildi spara álopsessið til steypafinaluna, sum verður í Parkini í Keypmannahavn hósdagin.

Tað var Kenneth Jensen, ein av teimum sum kappast við Toda um álopsplássini, sum minkaði um munin í síðstu løtu. AB kom á odda, tá korter restaði, og teir øktu, tá tíggju minuttir vóru eftir.

Jan Allan Müller og Esbjerg vunnu 3-0 á heimavølli móti Roskilde. Jan Allan spældi síðstu átta minuttirnar, og vit frætta úr Danmark, at hann legði upp til eitt mál.


Brøndby DM vinnari

Ósigurin hjá FCK hevði við sær, at tað var nóg mikið hjá Brøndby við javnleiki á heimavølli fyri at staðfesta triðja DM heitið upp í slag. Tað eydnaðist, tí úrslitið móti Silkeborg á einum næstan fullsettum Brøndby stadion var 0-0.

Í Brøndby hava teir ongantíð dult, at teir leingjast nógv eftir at taka lut í europeisku meistarakappingini. Higartil hava teir ikki megnað at spælt seg víðari úr innleiðandi umfarinum, men nú fáa teir ein nýggjan møguleika, og tað kann vera, at B36 verður fyrsta mótstøðuliðið. Men hvussu tað verður við tí, fæst nærri at vita um, tá lutur verður kastaður fyrst í juli mánað.