Jákup Mikkelsen mundi spælt við TB sunnudagin

Fótbóltur: TB hevði samband við landsliðseykamálverjan í síðstu viku, men hann var skurðviðgjørdur fyri kortum og kann tí ikki spæla í løtuni

TB er ikki alt ov væl fyri, hvat málmonnum viðvíkur. Magni Hentze, sum hevur staðið í málinum í ár, varð skaddur móti B68 næstseinasta vikuskiftið, og tá noyddist Pól F. Joensen í mál, tí TB ongan eykamálverja hevði. Og sunnudagin vardi tann blaðungi Jónas Johannesen TB-málið móti NSÍ.

Tað var kortini nær við, at ein annar, meira kendur málmaður var við TB um vikuskiftið.

Eftir hvat Ítróttarsosialurin hevur frætt, settu tvørámenn seg fyrr í vikuni í samband við Herfølge-málverjan Jákup Mikkelsen fyri at vita, um hesin var áhugaður í at spæla við TB, nú danska kappingin er liðug.

Sum skilst var Jákup Mikkelsen eisini áhugaður í at verja TB-málið, men eykamálmaðurin hjá landsliðnum varð fyri stuttum lagdur undir skurð í knænum og kann tí ikki spæla í løtuni.

Tað hevði annars verið fongur hjá TB at fingið Jákup á liðið, nú teir liggja so illa fyri í landskappingini og eisini eru illa fyri við málmonnum. Men tað bar altso ikki til, og Jónas Johannesen stóð millum stengurnar móti NSÍ, og hann kom eisini væl frá dystinum.