Jákup Mørk: Besta føðingardagsgávan nakrantíð

Formaðurin hjá B36 fekk eina víðari luttøku í Evropa í 49 ára føðingardagsgávu

Myndin talar fyri seg sjálva. Formaðurin í B36, Jákup Mørk, er í sigursrúsi farin á vøllin, fyri at hálsfevna Lukas Enevoldsen, sum júst hevur skotið avgerandi brotssparkið í málið. Tað er Álvur Haraldsen, sum traff formannin í júst røttu løtuni.

 

Eftir at hava tapt 2-0 í Bosnia Hersegovina móti FK Borac Banja Luka, vendi B36 uppgerðini á høvdið við at vinna 3-1 á Ovara vølli í Gundadali hóskvøldið. Eisini í brotssparkskappingini var B36 aftanfyri, men við tveimum bjargingum frá Mattiasi H. Lamhauge kundi Lukas Enevoldsen tryggja B36 víðari luttøku í Europa Conference League.

 

- Hetta er besta føðingardagsgávan nakrantíð. Hetta var tað eg ynskti mær, segði ein fegin Jákup Mørk við FM1 eftir dystin.

 

Hann var ikki í iva um, at B36 hevði ein kjans at venda uppgerðini. Sjálvt tá mest stóð á í brotssparkskappigini og B36 var aftanfyri, var hann vísur í sigrinum.

 

- Vit áttu minst tvey brotsspørk í Bosnia, sum vit so fingu nú. Eg stóð undir liðini á næstforkvinnuni, Súsannu Mariu Hansen, og segði við hana, at B36 kann ikki tapa á mínum føðingardegi, segði Jákup Mørk víðari.

 

Formaðurin fegnast eisini um fíggjarliga vinningin, sum er áleið 2,2 milliónir krónur bruttu. B36 skal nú til San Marino at spæla móti Tre Fiori, sum á sinni tapti greitt fyri KÍ. Fyrri dysturin verður í Gundadali hóskvøldið. Nógv bendir tó á, at liðið er sterkari nú enn tá, tí Tre Fiori vann á liði úr Luksemborg í 1. umfari.

 

##ms##