Føroyski U19 og U21 landsliðsáleyparin, Jákup Thomsen, skal saman við U19 liðnum hjá FC Midtjylland takast við FC Barcelona í Champions League Youth Cup.
Føroyski áleyparin skoraði, tá FC Midtjylland vann samanlagt á Atletico Madrid. Jákup Thomsen stútaði bóltin í málið til 3-3 í 4-4 javnleikinum. FC Midtjylland vann dystin upp á brotssparkskapping. Tá var Jákup Thomsen útskiftur.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein føroyskur ungdómsspælari skal royna seg móti FC Barcelona í endaspælinum í Champions League Youth Cup. Í 2014 spældi Brandur Hendriksson Olsen við U19 liðnum hjá FCK móti FC Barcelona. FCK tapti samanlagt, men megnaði millum annað í bólkaspælinum at vinna á Real Madrid.
1/8 finalurnar eru:
PSV-Roma
Pribram-Benfica
Anderlecht-Dinamo Zagreb
Lyon-Ajax
Chelsea-Valencia
Real Madrid-Manchester City
Paris SG-Middlesbrough
Barcelona-FC Midtjylland