Jákup og B68 stórfegnast í Klaksvík

Undirhaldið var framúr, tá ið toftamenn megnaðu at vinna stig á útivølli ímóti FM favorittunum

Ragnar Samuelsen hjá B68 sá stutt undan dystarloki gula kortið fyri aðru ferð, og so var B68 síðstu fáu minuttirnar undirmannað. Árni Frederiksberg skoraði við brotssparki 1-0 málið. Aftast Símun Kalsø, sum í kvøld fyri fyrstu ferð var millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ

Møguleikin lúrdi, nú KÍ eftir 2-1 sigur í Gundadali fyrireikar seg at fara til Slovakia.

 

Á vegnum var í kvøld heimadystur ímóti B68, sum hevur hálvfinalu í steypakappingini og plássið í bestu deildini at hugsa um.

 

Stigatalvan segði, at KÍ var stórfavorittur, og einki uttan tryggur heimasigur var at vænta.

 

Men tað gekk heilt øðrvísi. Úrslitið var 1-1 í sera undirhaldandi og hendingaríkari uppgerð, og hjá KÍ var tað neyðugt at gera væl størri íløgu, enn tað frammanundan varð roknað við.

 

Seks broytingar vóru  á liðnum sammett við í Gundadali fríggjakvøldið. Ein av broytingunum var, at Nils Jonatan Johansson var á beinkinum, meðan Markus Olsen Pettersen vardi málið. Málverjuspælið sá ikki út til at vera heilt sannførandi, tá ið B68 lítla løtu undan steðginum javnaði til 1-1. Dabo sneiddi seg leysan og smekkaði til úr 18 metrum, og málverjin tveitti seg og fekk hondina  á bóltin, sum trillaði inn um strikuna.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Árni Frederiksberg KÍ á odda 1-0 við brotssparki. Árni var eina løtu frammanundan skiftur inn fyri skadda Issah Ahmed Latif.

 

Umframt Árna Frederiksberg skifti KÍ Jóannes K. Danielsen, Páll A. Klettskarð og Deni Pavlovic inn, og eftir steðgin var KÍ trýstið støðugt og stórt, men marginalirnir vóru ikki við KÍ, sum fleiri ferðir hevði bóltin á tvørtrænum.

 

-Hetta var ikki akkurát tað, sum vit høvdu ætlað. B68 spældi væl í 1. hálvleiki, og tí var einki at siga til, at vit ikki vóru á odda. Vit høvdu vónað at eiga greiða leiðslu eftir fyrra umfar, so tað fór at bera til at spara onkrar av lyklaspælarunum, men soleiðis var tað ikki. Men eftir steðgin høvdu vit nóg nógvar upplagdar møguleikar at skora sigursmálið. Tað eydnaðist ikki, og akkurát nú kennist tað vera søtt, at vit fríggjakvøldið vunnu í Gundadali, sigur Magne Hoseth í samrøðu við Trónd Arge hjá Televarpinum.

 

B68 vísti framúr hugburð. Toftamenn arbeiddu øgiligt, og í 1. hálvleiki spældu teir væl. Eftir steðgin vóru teir pressaðir, men tá megnaðu teir fleiri ferðir at fara í sera vandamikil skjótálop, og tað var onkra ferðina um reppið, at teir stjólu øll stigini. Áki Johannesen var framúr miðverji í sonnum liðavriki. Um teir halda fram soleiðis, so fara toftamenn ikki at flyta niður, og spurningurin er, hvat teir við hesum hugburðinum fara at megna um teir vinna seg í steypafinaluna.

 

-Alt Europa og fótbóltsheimurin yvirhøvur hevur fagnað KÍ í summar. KÍ eigur besta liðið í Føroyum, og sjálvandi eru vit fegnir. Okkara menn vístu framúr avrik. Sjálvandi høvdu vit ynskt, at tað eydnaðist Jørgeni Nielsen at skora sigursmálið, tá ið hann eftir skjótt mótálop var í góðari støðu, men tá ið vit síggja allar 90 minuttirnar undir einum, so kenna vit okkum at hava vunnið eitt stig, sigur B68 venjarin Jákup á Borg.

 

Hetta er fyrsta ferðin síðani 2014, at B68 vinnur stig í Klaksvík. Ta ferðina var úrslitið 0-0.

 

KÍ – B68 1-1 (1-1)

 

1-0: Árni Frederiksberg br

 

1-1: Boubacar Dabo

 

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

 

KÍ: Markus Olsen Pettersen – Odmar Færø, Børge Petersen, Vegard Forren – Símun Kalsø, Luc Kassi, Jákup B. Andreasen, Patrick Da Silva – Mads Bo Mikkelsen, Sivert Gussiås, Issah Ahmed Latif

 

B68: Benjamin Schubert – Fríði í Túni Petersen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Alex Mellemgaard – Aleksandur Ó. Jensen, Sebastian Lau Nielsen – Hanus Højgaard, Ragnar Samuelsen, Boubacar Dabo – Jørgen Nielsen

 

211821521556
B36221714491752
HB211524571747
Víkingur211335522042
07 Vestur221048373234
EB/Streymur216213224020
B68224711223819
TB224414134916
AB224117195313
ÍF224018196112

 

Týsdagin 19. september

 

HB – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00

 

Sunnudagin 24. september

 

ÍF – AB: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

Víkingur – 07 Vestur: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

B68 – EB/Streymur: Rúni Olsen

 

TB – KÍ: Alex Troleis kl. 15.00

 

Mánadagin 25. september

 

B36 – HB: Bjarki Danielsen

 

Ragnar Samuelsen hjá B68 sá stutt undan dystarloki gula kortið fyri aðru ferð, og so var B68 síðstu fáu minuttirnar undirmannað. Árni Frederiksberg skoraði við brotssparki 1-0 málið. Aftast Símun Kalsø, sum í kvøld fyri fyrstu ferð var millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ