Jákup og teir fingu nógva luft í mjørkanum

Við trivaligum sigri ímóti illa sperda TB legði B68 sjógv millum seg og hóttanina av niðurflyting

Í dag var tað aftur Allan Smedemark, sum hevði ábyrgdina, tá ið TB var á Svangaskarði. Hetta var aðru ferð, at Allan Smedemark var høvuðsmaður á TB beinkinum, og hetta var samstundis síðsta ferðin, at hann í hesum umfarinum hevði ábyrgdina av TB liðnum.

 

Í vikuni varð tað alment, at 38 ára gamli danin Thomas Thinggaard verður nýggjur TB venjari. Fyrsti dysturin, sum hann fer at hava ábyrgdina av TB liðnum verður 14. juni, tá ið TB í Trongisvági fær vitjan av Víkingi.

 

Í dag tapti TB 4-1 á Svangaskarði, og nú tað er landsliðssteðgur, er TB niðast á støðutalvuni. TB hevur vunnið seks stig, ið er sama stigatal, sum grannarnir í FC Suðuroy hava vunnið.

 

Tað var tjúkt í mjørka á Svangaskarði, har hálvleiksstøðan var 1-1.

 

Ágrýtni og ágangandi Jóhan Josephsen legði B68 á odda, tá ið ein stórur hálvur tími var farin. Hetta var fyrsta málið í ár í landskappingini hjá álopsspælaranum úr Klaksvík. Í kappingini um løgmanssteypið hevur hann skorað fimm mál. Uppleggið átti Sebastian Lau Nielsen.

 

Fimm minuttir seinni javnaði Samudeen Musah eftir hornaspark til 1-1.

 

Beinanvegin eftir steðgin avloysti Djóni Samuelsen miðvallaran Magnus Holm Jacobsen hjá B68, og tað var Djóni Samuelsen, sum í 64. minutti legði B68 á odda 2-1. Uppleggið átti Jákup N. Vilhelmsen, og tá hevði tað í eina løtu ligið í luftini, at B68 fór at skora, tí heimaliðið hevði spælt seg til fleiri málmøguleikar.

 

Hetta var fyrsta málið í landskappingini hjá Djóna Samuelsen, síðani hann í vetur flutti úr HB og til B68. Hann hevur skorað eitt mál í steypakappingini.

 

20 minuttir undan leikloki var tað innskifti Martin Klein Joensen, sum við nærra stólpa stýrdi bóltin í handara síðunet eftir horna úr høgru og so var 3-1 til KÍ. Klokkan var farin fýra minuttir út um vanligu leiktíðina, tá ið miðvallarin Jákup N. Vilhelmsen staðfesti 4-1 heimasigurin.  

 

Hetta var annað málið hjá Martini Klein Joensen í ár, og hetta var fyrsta málið hjá Jákupi N. Vilhelmsen, síðani hann í vetur flutti til B68 at spæla.