Tað var tætt og spennandi í tveimum teimum fyrstu FM kappingunum í dreingjaróðrunum, og tað var uppaftur meiri spennandi í Kollafirði ídag.
Havfrúgvin var leingi á odda, og teir í Vestmanna kappaðust við Drekan. Men so var tað, at Jallurin av álvara setti á. Knørradreingirnir vunnu bæði í Klaksvík og á Skálafjørðinum, og við rimmar endaspurti eydnaðist tað teimum akkurát at taka seg fram um Drekan og tryggja sær sjey stig aftrat.
5 mannafør dreingir
1 Jallurin 04:57.19
2 Drekin 04:58.07
3 Havfrúgvin 05:01.18
4 Teistin 05:02.01
5 Firvaldur 05:03.21
6 Royndin Fríða 05:05.16
7 Erla Kongsdóttir 05:06.05
Støðan
1 Jallurin 21
2 Drekin 17
3 Teistin 15
4 Havfrúgvin 11
5 Royndin Fríða 8
6 Erla Kongsdóttir 6
7 Firvaldur 6