5-MANNAFØR KVINNUR: Jallurin vann á Norðoyastevnu, og tí mundi tað kennast sum hálvur kiksari, tá ið tað á Sundalagsstevnu endaði við triðja plássi.
Í dag var eingin spurningur. Hóast Junkarin og Blikur høvdu besta startin, so var Jallurin tann tryggasti og mest sannførandi.
Blikur datt púra burtur ímillum í kappingini um fremsta plássið. Tann kappingin stóð mesta partin av tíðini millum Junkaran og Jallin. Junkarin var fremstur fyrra partin av róðrarteininum, men so munaðu tøkini betur hjá Jallinum, sum streyk meiri enn eina bátslongd framum Junkaran, sum tó megnaði at varðveita næstfremsta plássið.
Beinta róði væl og vann kappingina um bronsuplássið við Blik.
Úrslitini í trimum teimum fyrstu róðrunum hava lagað seg soleiðis, at Jallurin og Junkarin eru púra javnir í FM kappingini.
1 Jallurin 05:01.08
2 Junkarin 05:04.12
3 Beinta 05:07.00
4 Blikur 05:08.03
5 Falkur 05:10.17
6 Teistin 05:17.01
Støðan
1 Jallurin 19
2 Junkarin 19
3 Blikur 15
4 Beinta 12
5 Falkur 10
6 Teistin 6