5-MANNAFØR KVINNUR: Tað gekk strúkandi hjá Jallinum ídag. Tvær tær seinstu ferðirnar hava kvinnurnar í Knørrafelagnum, tá ið Junkarin í endaspurtinum hevur vunnið á teimum, men í dag var eingin ivi.
Jallurin setti dám á beinanvegin, og frástøðan aftur til Junkaran, sum var næsti kappingarneytin, øktist stútt og støðugt.
Í sjálvum endaspurtinum ressaðist Junkarin við, men tá hevði Jallurin syrgt fyri so góðari oddastøðu, at tað ikki eydnaðist Junkaranum at taka seg so mikið inn á Jallin, at talan gjørdist um spenning síðstu metrarnar fram ímóti málinum.
Blikur og Beinta vóru í sera tættari kapping um bronsuplássið, og ta kappingina vann Blikur.
Úrslitið í dag ber við sær, at tað á Ólavsøku verður sonn finala um FM heitið. Junkarin er eitt stig frammanfyri Jallin. Tað vil siga, at tann av hesum báðum, sum verður fremri í ársins síðsta róðri verður meistari!
1 Jallurin 06:05.12
2 Junkarin 06:06.19
3 Blikur 06:13.15
4 Beinta 06:13.17
5 Falkur 06:15.09
6 Teistin 06:19.07
Støðan
1 Junkarin 39
2 Jallurin 38
3 Blikur 29
4 Beinta 25
5 Falkur 18
6 Teistin 13