Jallurin trumfaði á Havnarvág

5 mannafør gentur: Meistararnir av Tvøroyri endaðu á triðja plássi á ólavsøku

Tað, sum vendir niður, vendir upp, plagar at verða tikið til. Soleiðis var tað, tá ið gentubátarnir kappaðust á Havnarvág í dag.

Firvaldur av Tvøroyri hevur vunnið allar seks kappingarnar fyrr í summar. Í dag var starturin sera óheppin hjá annars óføru gentunum á Firvaldi, sum longu undan ólavsøku hevði tryggjað sær FM heitið. Firvaldur datt eina bátslongd aftur um fremstu bátarnar, og hóast Firvaldur royndi at svara aftur, so endaði hann á triðja plássi í tættari kapping við Fípuna Føgru, sum endaði á fjórða plássi.

Silja úr Fuglafirði og Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri í Havn stríddust um sigurin á ólavsøku. Tað var sera tætt, og tað endaði við, at Jallurin var reingina undan Silju, tá ið bátarnir fóru um málið. Sigurin bar við sær, at Jallurin tók Fípuna Føgru í FM kappingini um silvurmerkini.

Í startspurtinum var tað Sílið hjá Havnar Róðrarfelag, sum legði bragdliga fyri, men Sílið endaði á fimta plássi.

1 Jallurin 05:11.18

2 Silja 05:12.16

3 Firvaldur 05:15.11

4 Fípan Fagra 05:16.05

5 Sílið 05:17.24

6 Blikur 05:28.16

7 Spógvin 05:29.18

8 Dúgvan 05:44.24

 

Endaliga støðan

1 Firvaldur 47

2 Jallurin 37

3 Fípan Fagra 36

4 Silja 34

5 Sílið 21

6 Spógvin 12

7 Blikur 8

8 Teistin 1

9 Dúgvan 0