Jam obSession í Garðinum

Fríggjakvøldið verður eitt serligt live kvøld í Garðinum. Fyrireikarar lova heilt øðrvísi tónleik hetta kvøldið.

 

Tónleikaranir í Jam obSession eru Karl Martin Samuelsen, Lindi Gardar, Hans Andrias Jacobsen, Kenneth Skoubo Bærendsen, Albin Kristoffur Rasmussen, Birgir Johannesen, Mikkjal Hvannastein, Kristian johannesen og Robers Waagstein, og teir fara at fara at "jamma" frá á midnátt til kl. 04.00

 

Fyrireikarar siga, at einans kertuljós vera brúkt hetta kvøldið, so talan verður um eitt sera intimt og hugnaligt kvøld.

 

Tað er ókeypis atgongd alt kvøldið og bjóðar barrin góð tilboð.

 

Leygardagin letur Garðurin portrini upp til ársins føstulávintball. Garðurin bjóðar øllum grýlum ókeypis atgongd til klokkan 02.

 

Í ovara garði tekur DJ Eddy sær av tónleikinum.

 

Hesum boða fyrireikarar frá í dag.