Johan Petersen
-------
Zakarias Wang má hava gloymt allan sín barnalærdóm í prosentrokning, tá ið hann kann fáa 104,1 % av atkvøðum burtur úr eini valluttøku upp á 66,4% frá fólkaatkvøðuni í 1946.
Í bløðunum spyr skyldmaður mín Zakarias Wang, hvat eg hevði mett um úrslitið av fólkaatkvøðuni 14. sept. 1946, um stjórnaruppskotið hevði fingið 50,7 % og loysingin 49,3 %.
Jamen Zakarias! Hvussu kanst tú fáa 104,1 % av atkvøðum (loysingin 49,3 %, stjórnaruppskotið 50,7 % og ógildugar atkvøður (les “nei”-atkvøður) 4,1 % ella samlað 104,1 %), tá ið valluttøkan bert var 66,4 %?? Antin hevur tú gloymt allan tín barnalærdóm um prosentrokning ella er talan um eina hægri matematikk, sum eg ikki eri førur fyri at skilja.
Svensk prosent
Ella kanska er tað hjá Zakariasi sum hjá eysturoyinginum, sum var farin til Svøríkis at lesa. Heimafturkomin í summarfrí møtti hann gamla lærara sínum, sum sjálvandi var áhugaður í, hvussu gekst fyrrverandi næmingi sínum.
Jú, segði fyrrverandi næmingurin, tað var eitt sera svert studium, heili 200 % dumpaðu til fyrsta part!
200 % ?? spyr gamli lærarin undrandi. Og fyrrverandi næmingurin var greiður yvir, at hann hevði dummað seg, men var skjótur at lofta sær: Jú, jú men, sært tú, tað eru svensk prosent, eg meini við!
Kanska Zakarias meinar við loysingarprosent? So má hann greiða eitt sindur nærri frá, hvussu tey verða roknað út!