Jan Allan Müller gjørdi einasta málið, sum Esbjerg fekk í 1. deildardystinum móti Ålborg Chang leygardagin.
Men málið hjá føroyska álopsspælaranum munaði lítið, tí Esbjerg mátti lúta annan dystin á rað. Úrslitið var hesaferð 4-1.
Dysturin leygardagin var tann seinasti í fyrru hálvu av donsku kappingini, og Jan Allan Müller og Jens Erik Rasmussen, sum eisini er í felagnum, fara nú í vetrarfrí frá fótbóltinum.
Esbjerg hevði við fleiri sigrum togað seg væl upp á stigatalvuni, men seinastu tveir dystirnar hevur liðið tapt, og tí eru teir dottnir niður á 10. pláss í deildini. 16 lið spæla í 1. deild.