Jan Allan stórtrívist í Svendborg

Fótbóltur: Fyrrverandi føroyski landsleikarin, Jan Allan Müller, sigur seg fegnast um at hava skift til fótbóltsfelagið Svendborg, sum liggur niðarlaga í næstbestu deildini í Danmark. Svendborg verður seinasta felagið, ið eg spæli fyri, sigur Jan Allan

Nærum tíggju ár eru liðin, síðan tann tá 20 ára gamli vágbingurin, Jan Allan Müller, fyri fyrstu ferð fór uttanlanda at royna seg sum

yrkisleikara. Tá gekk leiðin til næstbestu deildina í hollendskum

fótbólti og felagið Go Ahead Eagles, sum er heimahoyrandi í býnum

Deventer. Ein av liðfeløgunum hjá Jan Allani í Go Ahead Eagles var

hollendski landsliðsleikarin og Arsenal-leikarin, Marc Overmars.

Síðani tá hevur Jan Allan einans leikt í donskum fótbólti, umframt nøkur stutt skifti í heimligu kappingini her í Føroyum.

Jan Allan hevur leikt fyri fýra ymisk feløg í Danmark. Fyrst gjørdi hann sáttmála við AGF úr Århus, men ein álvarsligur skaði í knænum gjørdi, at tíðin hjá Jan Allani í superligafelagnum ikki gjørdist serliga minnisrík. Síðani AGF hevur Jan Allan leikt við AC Horsens og Esbjerg fb, áðrenn hann á nýggjárinum skifti til Svendborg, sum eins og Horsens og Esbjerg leikar í næstbestu donsku deildini.


Svendborg var tað rætta

Jan Allan sigur, at hann er fegin um at hava skift til Svendborg. Honum stóð annars í boði at venda aftur til Århus og superligafótbólt við Aarhus Fremad, men av tí at hann hevur fingið sær familju, valdi hann heldur at fara til Svendborg, tí hetta ikki var eins krevjandi og superligafótbóltur í Århus.

At hetta var tað rætta, ivast Jan Allan ikki í. Tey trý, Jan Allan,

gentan Kristianne og átta mánaðar gamli sonurin David, eru follin sera væl til í fjónska býnum, og tey trívast stak væl í 150 fermetra stóra húsinum í útjaðaranum av Svendborg.

Í fjør summar tók Jan Allan prógv sum marknaðarøkomonur, og hann hevur fingið starv í Svendborg. Jan Allan starvast hjá eini fyritøku, sum ger ymiskt prentvirksemi, so sum bøkur, bløð, faldarar og líknandi.

Arbeiðsøki hjá Jan Allani fevnir um, at hann hevur ábyrgdina av allari søluni til Norðurlond, herundir eisini Føroyar. Úr telefonini úr Svendborg greiðir Jan Allan frá, at hann hevur nógv samstarv við nakrar fyritøkur í Føroyum, og at hann um stutta tíð skal til Føroya í arbeiðsørindum. Fyritøkan, sum Jan Allan starvast hjá, eitur Tryk Team Svendborg A/S, og har starvast 24 fólk.

Arbeiðið er strævið, men spennandi sigur Jan Allan og leggur aftrat, at hann er komin til eitt stað í sínum lívi, har hann kennir tað náttúrligt at leggja størra dentin á familjuna og arbeiði, heldur enn fótbóltin.


Sagt landsliðnum farvæl

At Jan Allan er vorðin familjumaður, er eisini høvuðsorsøkin til, at hann valdi at takka fyri seg á føroyska a-landsliðnum í fótbólti, har hann annars hevur verið við síðani minniliga dystin móti Norður-Írlandi á Windsor Park í Belfast tann 1. maj í 1991. At hann tó saknar landsliðið, og tað sum er kring landsliðið, viðgongur Jan Allan tó, men hann heldur tó tíðina verða rætta til at lata yngri og nýggjar kreftir sleppa framat at royna seg.


Gevst innan hálvtannað ár

Sáttmálin, sum Jan Allan hevur gjørt við fótbóltsfelagið Svendborg,

gongur út á sumri í ár 2000, og Jan Allan sigur, at hetta so avgjørt er seinasti sáttmálin, sum hann hevur. Vágbingurin ætlar sær tá at gevast við toppfótbólti, um hann ikki gevst, longu áðrenn sáttmálin gongur út.

Ikki bert er tað familjan, sum ger, at Jan Allan skjótt gevst.

Álvarsligi knæskaðin, sum Jan Allan fekk á sinni í AGF, merkist

framvegis, og við árunum tolir knæið minni og minni av, so best er at gevast, áðrenn man gerst fótbóltslamin av álvara, sigur Jan Allan.

At hann fullkomiliga fer at venda fótbóltinum bakið, væntar Jan Allan ikki, tí hann dugir væl at ímynda sær, at hann fer at spæla eitt sindur av motiónsfótbólti. Somuleiðis útihýsir Jan Allan ikki møguleikan, at hann einaferð fer at gerast venjari, kanska í Føroyum, men tað verður ikki tey næstu mongu árini, er 29 ára gamli vágbingurin sannførdur um.

Seinasta stevið á yrkisleiðini hjá Jan Allan í fótbóltsheiminum er sum sagt Svendborg. Hóast liðið nú, áðrenn kappingin í Danmark aftur, liggur undir niðurflytingarstrikuni, so er Jan Allan sannførdur um, at teir fara at yvirliva í næstbestu donsku deildini. Manningin er ivaleysa góð til tað, sigur Jan Allan, og í teimum venjingardystum, sum vit hava leikt, hevur tað eisini gingið rættuliga væl. Eisini hjá Jan Allani persónliga hevur tað gingist rættuliga væl, og í onkrum venjingardysti hevur hann veruliga víst sítt eyðkenda máltev. Til dømis skeyt hann herfyri fimm mál í einum og sama dysti. Fyri kortum leikti Svendborg ein venjingardyst móti Fremad Amager, ið eisini leikar í næstbestu donsku deildini, og í tí dystinum skeyt Jan Allan tvey mál.

Kappingin hjá næstbestu deildini í Danmark byrjar annan sunnudag, men áðrenn tá skal Svendborg leika onkran venjingardyst aftrat, og komandi sunnudag skal liðið leika ein dyst móti svenska liðnum Malmø FF, sum FC Keypmannahavn og Todi Jónsson eisini nýligani leiktu ímóti.


Hevur rokkið nógvum málum

Nú tað líður móti endanum av fótbóltslívinum hjá Jan Allani, sær hann við gleði aftur á tí, sum hann hevur upplivað í síni fótbóltstíð.

Sjálvandi hava tað eisini verið niðurtúrar, og tann størsti av hesum var uttan iva tann, at hann fekk so álvarsligan knæskaða, beint eftir at hava spælt seg inn á superligaliðið hjá AGF. Av somu orsøk er Jan Allan ongantíð skrásettur fyri ein dyst í donsku superligaini, men hann er tó dystarskrásettur fyri AGF í steypakappingini.

Jan Allan sigur, at hann hevur nógv góð minnir frá sínum fótbóltslívi, og hann heldur, at hann hevur rokkið nógv av teimum málum, sum hann hevði ætlanir um, tá ið hann av fyrstan tíð fór út um oyggjarnar at spæla.