Jan Hentze 40 ár

Sunnudagin 11. desember fyllir Jan Hentze í Hoyvík 40 ár. Jan er havnarmaður, og er hann kanska best kendur innan flogbóltin og sum Peugeot-fjeppari um ein háls

Annars er flogbólturin hansara hjartabarn. Hann hevur verið limur í flogbóltsfelagnum Fleyr síðan 1984 og vunnið 7 FM-heiti og óteljandi steypakappingar. Hann hevur spælt umleið 70 landsdystir fyri Føroyar, og kanska besti sigurin var Oyggjaleikirnir í 1989 í Føroyum. Síðan 2000 hevur hann spælt við 1. deild hjá Fleyr, ið er tann næstbesta deildin hjá felagnum.

Seinnu árini hevur hann fingist mest við at døma flogbóltsdystir. Hann hevur fingið sær bestu útbúgving sum flogbóltsdómari og er "Altjóða Kandidatur". Í hesum sambandi skal hann døma 7 altjóða dystir við eygleiðarum, áðrenn hann verður endaliga liðugur. Higartil hevur hann dømt tríggjar og manglar fýra.

Jan er føddur í Havn, men flutti í 1972 til Danmarkar saman við foreldrunum, Ernst Danielsen (1937-1997) úr Húsavík, og Helgu Hentze Beyer úr Havn. Skúlaárini búði hann í Danmark, og í 1984 flutti hann aftur til Føroyar at búgva, meðan foreldrini og systurin Martha, sum er tvey ár eldri, vórðu verandi í Danmark.

Fyrstu tíðina í Føroyum arbeiddi Jan hjá Húsbúna í Hoyvík, og í 1985 koyrdi hann eitt stutt tíðarskeið lastbil hjá Júst Sivertsen. Eisini koyrdi hann hjá P/F Poul Hansen, áðrenn hann í september 1986 fór at arbeiða á goymsluni á bilasøluni hjá Vilhelm Nielsen í J. Broncksgøtu. Eftir tveir mánaðir fekk hann bjóðað lærupláss, og fór í læru har sum goymslumaður tann 1. januar 1987. Tá hann hevði lært í eitt ár, varð hann settur sum leiðari á goymsluni. Hann var útlærdur í 31. desember 1989 og arbeiddi har til 31. desember 1993.

Í eitt ár, frá 1. januar 1994 til 1. januar 1995, arbeiddi hann á Bilasøluni hjá Øssuri Johannesen í Hoyvík Síðan fekk hann boðið starv sum leiðari á Statoil í Gundadali. Har var hann í hálvfjórða ár, til hann fekk starv hjá P/F Meinhardt Arge sum bilasølumaður við ábyrgd av Peugeot-bilunum.

Síðan 1. september 2003 hevur Jan verið goymsluleiðari í fyritøkuni, sum nú hevur skift eigara og aftur fingið gamla navnið, Auto Service.

Eftir arbeiðstíð koyrir Jan ofta hýruvogn og onkran leigitúr við
bussi. Hann er limur í Býrsumúla og hevur skotið seg til eitt FM-heiti í Skeet. Seinastu tvey árini hevur hann eisini veriðvenjari hjá einum dreingjaliði hjá Fleyr (dreingir 14 ár).

Jan er giftur Rúnu, f. Madsen, tey eiga tveir dreingir: Rói, 13 ár, og Dávið, 5 ár.