Jan lyklarnar til nýggjan arbeiðsbil

- Seinnu árini hava vit ment um umstøðurnar at kunna veita eina dygdargóða tænastu á tekniska økinum, sigur Nes kommuna.

Í kaffisteðginum í morgun handaði borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, arbeiðsformanninum á tekniska økinum hjá kommununi, Jan Petersen, lyklarnar til nýggja arbeiðsbilin, sum Nes kommuna hevur keypt.

 

- Vit hava seinnu árini ment um umstøðurnar hjá kommununi at kunna veita eina so dygdargóða tænastu á tekniska økinum sum møguligt.

 

Tað veit Nes kommuna at siga í dag. Lagt verður aftrat, at kommunan í fjør eisini keypti arbeiðshøllina á Heygum, sum kommunan annars hevur leigað í nøkur ár.

 

Seinnu árini hevur Nes kommuna eisini gjørt íløgur í minigravara og arbeiðstól.

 

- Nýggjasta íløgan á tekniska økinum er so ein arbeiðsbilur. Hetta er ein Renault Master, 4x4 við alulast og við einum Palfinger krana, PC1500, sigur Nes kommuna í dag.