Jan Ottosen sleppur ikki til HM

Fyrrverandi KÍF og VÍF venjarin sleppur ikki til HM við Avstralia

Tað kom sum ein skelkur, tá altjóða hondbóltssambandið IHF boðaði frá, at Týskland skuldi hava HM plássið hjá Avstralia til komandi HM endaspæl.

 

Orsøkin til at Avstralia ikki sleppur til HM endaspælið, er tí at IHF ikki metur, at hondbólturin í Avstralia er viðurkendur nokk.

 

Tískil hevur Týskland fingið plássið hjá Avstralia og er enda í lægsta seedningslagnum, har teir millum annað eru endaðir í bólki saman við Danmark.

 

Jan Ottosen, sum í fleiri ár hevur verið venjari í føroyskum hondbóltsfeløgum, sigur at IHF hevur gjørt ein stóran feil.

 

-          -      Vit hava ætlanir um at fáa okkara pláss til HM aftur og tað kempa vit fyri. Fáa vit ikki plássið aftur, er okkurt rúkandi galið í altjóða hondbóltssambandinum.

 

-          -      Eg ivist faktiskt onga løtu í, at vit fáa okkara pláss til HM endaspælið aftur, tí vit hava sjálvir spælt okkum til møguleikan gjøgnum reglurnar hjá altjóða hondbóltssambandinum, IHF.

 

Fær Avstralia ikki viðhald í kæruni, ætla avstraliumenn at fara víðari við kæruni til altjóða ítróttardómstólin CAS.

 

-          -      Vit hava fingið áheitanir frá fleiri advokatum, um at teir vilja hjálpa okkum fyri at sleppa til HM endaspælið, tí vit meta avgjørt at altjóða hondbóltssambandið hevur gjørt ein stóran feil.

 

Komandi HM endaspælið í hondbólti verður leikt í Qatar í 2015.