Olja er funnin á bretskum øki tætt við føroyska fiskimarkið, og oljufeløgini standa til reiðar at hoppa í oljuleitingina. Í meðan búgva oljufeløgini seg út og í hesum sambandi er The Faroes Partnership, sum er ein sameining av oljufeløgunum Dong, Amarada Hess, Lasmo og Hydro, farið undir at taka fólk, ið so ella so hava kunnleika til økið og viðkomandi útbúgvingar, inn í fyritøkurnar, har tey fáa royndir og venjing í arbeiði teirra.
Í seinasta blaðnum hjá Dong, Dong Magasinet, er samrøða við føroyingarnar Janu Ólavsdóttir og Eli Høgnesen, sum eru trainees hjá Dong. Tað var í vár, at The Faroes Partnerskip lýsti eftir ungum fólki til starvsvenjing. Dong setti ikki færri sjey føroyingar í starv, harav tvey longu eru farin til verka.
Jana Ólavsdóttir er ein teirra. Hon er 25 ára gomul og lesur jarðfrøði á Keypmannahavnar Universiteti. At Jana, sum er ættað av Strondum, nú er trainee hjá Dong er mammuna fyri at takka. Hon sá lýsingina í bløðunum, har Dong lýsti eftir fólki.
- Eg sókti, fór til samrøðu og fekk beinanvegin boð um, at eg kundi byrja so skjótt eg hevði fingið summarfrí. Nú arbeiði eg á granskingardeildini hjá Dong undir royndum jarðfrøðingum, sigur Jana við Dong Magasinið.
Jana byrjaði av fyrstan tíð at lesa alisfrøði, men gavst og kastaði seg síðani yvir jarðfrøðina.
- Tað skuldi hava eitthvørt at gera við náttúruvísindi, men at tað endaði við jarðfrøði komst av, at so slapp eg frá støddfrøðini, viðgongur hon.
- Vit høvdu jarðfrøði sum lærugrein, tá ið eg las alisfrøði og mær dámdi tað sera væl. Eina tíð droymdi eg um at verða eldfjallafrøðingur, tað vil siga serfrøðingur í gosfjøllum, men tá ið eg hugsaði um, at so skuldi eg verða meiri enn heppin fyri at fáa eitt arbeiði, legði eg tað frá mær, sigur Jana.
Seinnu árini hevur Jana havt næmingauppgávur á Geologisk Museum, men tað var fyri tað mesta umsitingarligar uppgávur.
- Eg havi ikki so øgiliga stóran áhuga fyri gransking. Okkurt skal henda alla tíðina og tað ger tað í arbeiðinum hjá Dong, sigur Jana, sum fegin vil heim til Føroya at arbeiða eftir lokna útbúgving, men tó ikki fyri ein og hvønn prís.
Frá edv til olju
Eli Høgnesen, sum er 30 ár, segði góða arbeiðið í edv-vinnuni frá sær og fór til Stavanger saman við konuni, sum hevur norskar røtur. Fyri nøkrum mánaðum síðani varð hann liðugur sum verkfrøðingur við sergrein í petroleumstøknifrøði, og nú er hann trainee hjá Dong.
Upprunaliga hevði Eli ætlað sær at hildið fram við at arbeitt í edv-vinnuni, men hóast stórt trot á edv-kønum fólki í Noregi fekk hann einki arbeiði. Hann hevði nevniliga onga útbúgving at vísa á.
- So eg fekk hug at royna okkurt heilt annað. Kjakið um eina møguliga oljuvinnu var júst byrjað í Føroyum og so hugsaði eg, at um eg varð ein av teim fyrstu føroyingunum við eini útbúgving innan oljuídnað fór eg at standa frammalaga í røðini at fáa eitt arbeiði, sigur Eli.
Eli roknar kortini ikki við, at hann fær eitt arbeiði beinanvegin í Føroyum. Útbjóðingarrundan er ikki byrjað enn, og enn hevur hann ongar royndir í yrkinum.