Jana skoraði og legði upp til 10 mál móti verandi meistarunum

Viborg mátti lúta fyri Odense á heimavølli

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg høvdu í kvøld ein torføran dyst á skránni í BIO CIRC Arena í Viborg.

 

Talan var um dyst móti verandi meistarunum, Odense í bólki 2 í ovara endaspælinum.

 

Stórfavorittarnir, Odense vunnu dystin 35-30. Í steðginum var Odense á odda 19-15.

 

Jana stóð tó fyri einum góðum avriki. Hon skoraði fýra mál, og hon legði upp til seks mál (assist). Harumframt vann hon liðnum trý brotskøst, og Jana var sambært hagtølunum mest effektivi leikarin hjá Viborg. 

 

Ikast við níggju stigum og Odense við átta stigum hava vunnið seg víðari til hálvfinalurnar. Viborg við tveimum stigum, og liðið hjá Mariu P. Nólsoy, Horsens við ongum stigi mugu nú kappast um at sleppa undan aftasta plássinum í bólkinum.