Fótbóltur
Nógvu áskoðararnir við Løkin høvdu fyri góðari løtu síðani klappað fyri óføru bátsmanningunum á Eysturoyingi og Heiðabátinum, tá ið tær í trailarum við lúðurhornum høvdu koyrt framvið fótbóltsvøllinum.
Klokkan var á veg næstsíðstu ferð runt, áðrenn eykatíðin skuldi leggjast afturat. Unglingaspælarin á vinstra veingi hjá NSÍ, Einar Hansen, streyk framvið tveimum, smekkaði flatt innfyri, og undir málinum stýrdi innskifti miðvallarin, unglingaspælarin Jann Martin Mortensen, bóltin í málið aftanfyri Trónd Vatnhamar.
Heimaáskoðararnir fegnaðust yvir eykaklappið, sum varð tikið úr lummunum, og tað kann gott fara at vísa seg seinni í ár, at hetta málið fer at hava uppaftur størri týdning, enn tað hevði leygarkvøldið.
Málskjúttin hevur ikki verið í sovornari støðu áður. Hann er seytjan ára gamal, og hetta var fyrsta ferðin, at hann skoraði í Formula deildini:
- Tá ið eg varð skiftur inn, segði venjarin, at eg skuldi royna at spæla og gera mítt besta. Eg hevði verið við í nøkrum kombinatiónum, og tað hevði gingið hampuligt. Men eg hevði ikki hugsað um, at hetta skuldi verða dysturin og kvøldið, tá ið eg skuldi skora fyri fyrstu ferð í Formula deildini. Men tað var ein deilig kensla, greiðir ungi NSÍ maðurin frá.
Hann er av góðum fótbóltsbergi brotin. Pápin, Trygvi Mortensen, hevur spælt nógv við NSÍ, og hann hevur verið venjari í NSÍ og øðrum feløgum. Leygarkvøldið var hann ikki eygnavitni, tí hann var við KÍ í Streymnesi.
Jann Martin hevur eisini fótbóltsrøtur í Klaksvík. Heilt tilkomnu fótbóltsáhugaðu føroyingarnir minnast væl langabban sum fótbóltsspælara. Mamman, Anja, er abbadóttur Mourits Jacobsen, sála, sum var tiltikin fótbóltsspælari í fýrati og fimmti árunum.
Jann Martin hevur alla sína tíð spælt við NSÍ, og hann nýtir nógva tíð til fótbóltin.
- Eg venji mánakvøld og týskvøld. Mikukvøld spæla vit oftast við unglingaliðnum. Hóskvøld venja vit. Fríggjakvøld plaga vit, sum eisini spæla í unglingadeildini, at hava frí. So spæla vit leygardag við 1. deild, og sunnudag plagi eg at sita á beinkinum hjá Formula liðnum.
Hvussu verður nú hjá tær?
- Eg vil fegin vinna fast pláss á liðnum. Men eg eri greiður yvir, at tað krevst tol til fyri at sleppa framat. Tað ræður um at vera klárur, tá ið man fær møguleikan. Hvussu nógvar møguleikar eg skal fáa er upp til venjaran at gera av, sigur skilagóði ungi maðurin, sum síðani í mars mánað hevur lært hjá Klement Petersen í Saltangará.
Og hvussu verður tað nú hjá NSÍ?
- Hetta var ein góð vika. Mikukvøldið spældu vit okkum í steypafinaluna fyri unglingar. Fríggjakvøldið vunnu vit trý stig í 1. deild, og leygarkvøldið vunnu vit á Formula liðnum hjá HB. Vit mugu ikki hugsa ov langt fram, men taka ein dyst í senn. Leygarkvøldið skulu vit spæla í Vági. Tað verður torført, men vit eiga at vinna. Um tað ikki eydnast, so verður sigurin á HB ikki til somu nyttu, sum hann annars verður, sigur Jann Martin Mortensen.
Saman við honum eru fýra aðrir unglingar á Formula liðnum hjá NSÍ, sum í løtuni er á fremsta plássinum. Hinir eru Bogi Løkin, sum orsaka av skaða ikki var á vøllinum leygarkvøldið, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen, Øssur Dalbúð, og Klæmint A. Olsen, sum var á beinkinum alla tíðina leygarkvøldið.