Hanus um Janus
Alt síðani 1987 hevur rithøvundurin Hanus Andreassen arbeitt við Janusi Djurhuus burturav og við tí í hyggju, at fáa eina samlaða mynd av hesum samansetta persóni. Og ikki kann sigast annað enn at ein sannur varði longu stendur eftir í føroyskari bókaútgávu, nú ævisøga Janusar er komin út trimum bindum, sum øll eru stjórnaði av Hanusi.
Mentan og politikkur
Undir heitinum íMentan og politikkur« fer Hanus Andreassen mikukvøldið at røða um skaldið og sakføraran Janus Djurhuus. Í fyrilesturinum verður roynt at lýsa J.H.O. Djurhuusar áskoðanir um Føroya mentunarligu og politisku strembanir og um samspælið teirra millum.
Hesi bæði ymisku fyribrigdi verða lýst hvør sær; fyrst Janusar føroyska mentunarhugtak og síðani støða hansara til eina føroyska politiska stremban, fram ímóti øktum sjálvstýri ella suvereniteti.
Hóast hesar báðar strembanir eru tvinnanda hugtøk, sum Janus Djurhuus hevur ymiskar áskoðanir um, er áhugavert, at spyrja, um samspæl - dialektikkur - er millum hesi viðurskifti.
At enda í fyrilestrinum, reisur Hanus Andreassen spurningin, um hesar hugsanir Janusar hava nakað at siga nútiðar ættarliðum. - Kunnu sjónarmið Janusar tengjast afturat støðuni í Føroyum í dag og hevur lív og virkið Janusar nakran relevans fyri okkum ídag-?
Enekk tulka Janus
Innan fyrilesturin hjá Hanusi Andreassen um Janus Djurhuus byrjar, fara limir úr nýskapandi tónleikabólkinum Enekk at framføra yrkingar eftir Janus, sum teir sjálvir hava sett løg til. Teir sum framføra eru Kári Sverrisson, sum syngur og spælir gittar og Óli Olsen, sum spælir á klaver og harmoniku.
Tónleikabólkurin Enekk, sum er av Skálafjørðinum, gav í 1994 út fløguna »Ver sterk mín sál«. Eins og heitið, stava allir sangir á hesi fløgu úr fyrsta yrkingasavni Janusar, sum kom í 1914. Plátufelagið Tutl stóð fyri hesi sermerktu útgávu, sum í tónleikasniði byggir á heimligan eins og fjarskotnan tónleik. Bólkurin Enekk man vera millum fremstu føroysku umboðini í sonevnda heimstónleikinum ella world music. Tað eru teir báðir Kári Sverrisson og Óli Olsen, ið hava gjørt tónleikin til yrkingar Janusar, sum eru á fløguni »Ver sterk mín sál«.
William um Janus
William Heinesen var ein av teim mongu, ið vóru og enn eru hugtikin av Janusi Djurhuus. Umframt í teim stuttligu keipumyndunum, lýsir William eisini Janus skald við hesum orðum: »Skønheden i alle dens former, men helst i den antikke digtnings, det var for ham det væsentlige i tilværelsen, mens dagliglivets frikadeller, diskenspringere og folketingsmænd for det meste var latterlige, selvom nødvendige onder, man maatte negligere eller bekæmpe med spottens stil, en idræt, Djurhuus var mester i. Kunsten for kunstens skyld var det ideal, som denne højt begavede færøske Don Quijote ærligt og redeligt og ikke uden betydelige personlige ofre gik i brechen for midt i en prosaisk kræmmer- og skolemestertid«.
Janus Djurhuus, sum var føddur í ¡arstovu í Havn hin 26. Februar 1881, andaðist á Landsjúkrahúsinum hin 31. august 1948, 67 ára gamal.
Hanus Andreassen
Hanus Andreassen er føddur í Saltangará 1942 og vaks upp í Skúvoy og flutti til Havnar í 1956. Síðani miðskeiðis í áttatiárunum hevur hann virkað sum rithøvundur burturav. Umframt umrøddu ævisøgu og egnar skaldsøgur, hevur hann flutt heimsbókmentir úr upprunamálinum í føroyskt mál. Í hesum sambandi kunnu nevnast »Othello« eftir Shakespeare (1989) og íTey deyðu« eftir James Joyce (1991). Skeiði 1992-94 var Hanus formaður í Rithøvundafelag Føroya. Hann umboðar Føroyar í norrønu bókasavns- og rithøvundafelagssamskipanini Nordbok.
Fyrilesturin »Mentan og politikkur«, sum Norrøna Felagið skipar fyri og sum verður hildin í Listaskálanum í Havn mikukvøldið hin 26.august 1998 klokkan 19:30, er almennur og ókeypis.
Norrøna Felagið í Føroyum