Í dag sneiðir ein kendur havnarborgari, myndahøggarin Janus Kamban, um sína nítiáranøv. Janus er føddur og uppvaksin í Havn, men ættartræðrir bera við bygdamentanina, einamest í Skúgvi og Sandoynni. Pápi hansara, Hanus Kamban, var borin til garðin Úti í Stovu í Skúgvi. Men hann fekk sær læraraútbúgving, læt festið frá sær og virkaði sum lærari í Havn í næstan fjøruti ár. Mamma Janusar var Maria Ziska, ættað úr húsunum í Dali yviri á Kák í Havn.
Ein av okkara rithøvundum, Oddvør Johansen, hevur sagt um Havnina, at hon er ein morgunbýur. Oddvør hevur vissuliga rætt, men Havnin er - og var - so mangt annað, ein ævintýrbýur, ein staður, ið kveikir útlongsul, eitt paradís fyri reikandi óvitar. Janus mundi tíðliga nema hetta býarins hugrák, ið bæði var heimligt og horvdi úteftir. Tey hjá Kamban fluttu ofta og búðu í hansara barndómi m.a. Úti í Grønlandi, í Arnes Minde á Kirkjuvegi, úti á Sjómannsskúlanum og í ættarhúsunum heima í Dali. Janus gjørdist meinkunnugur við Havnina, staðin og fólkið. Men hansara barnaheim var eisini tilhald hjá kenningum og skyldfólki, einamest úr Skúgvi og Húsavík, sum bóru við sær eina øðrvísi og eldri mentan, ramligan málburð, ovfara- og innankæti, vitan um seyð, streym, kvøðing og pátrúgv.
Tað sást tíðliga, at Janus hevði gávur at tekna og ans fyri perspektivi. Ein av hansara lærarum í realskúlanum, Rikard Long, gav hansara evnum gætur og helt honum til. Uppaftur størri týdning fekk tað, at Gudmund Hentze, kendur listamaður og bókprentaskrýðari, ávirkaður av m.a. Jugendstíli, kom til Føroya í 1930. Gudmund, ið var ættaður úr Uttarstovu á Sandi og kendur við tey hjá Kamban, eggjaði Janusi til at fara tann listarliga vegin. Úrslitið var, at Janus, á sínum seytjan ára føðingardegi, sigldi til Keypmannahavnar. Janus ætlaði upprunaliga at gerast listamálari. Men í 1932 legði hann á annan bógv, søkti inn á myndhøggaraskúlan hjá Listarakademinum og varð tikin inn sum næmingur hjá Einari Utzon-Frank, professara. Eftir fýra ára læru byrjaði Janus sum yrkislistamaður. Hansara fyrsta verk varð sýnt fram á Charlottenborg í 1936, og hann sýndi fyrstu ferð fram í Føroyum í 1937.
Janus Kamban kom heim til Føroya stutt eftir kríggið, fyrst í august 1945, við ferðamannaskipinum "Aarhus" hjá DFDS. Hann búði fyrst í heiminum í Jónas Broncksgøtu og hevði atelier í einari av hermannabarakkunum við Bókbindaragøtu. Seinni helt hann til í teimum gomlu húsunum í Dali (á Kák), og eitt skifti á Mýruni (í Kielarkanalini), til hann í 1970 flutti inn í húsini á Dalatrønni, har hann síðani hevur búð og virkað.
Janus hoyrir til ættarliðið av føroyskum andsmennum, sum fór til verka beint eftir kríggið. Grundsjónarmiðið hjá hesum fólkum var, at Føroyar - sum sjálvstøðug tjóð - hevði brúk fyri gransking, vísindum og list á altjóða støði. Tey bygdu samsvarandi hesi hugsan upp stovnar, sum í dag eru týðandi partar av okkara andligu yvirtrom - eitt nú jarðfrøði- og fornfrøðistovnin, Listaskálan, Fróðskaparsetrið. Mong í hesum ættarliði, og ikki minst Janus, virkaðu heilhugað fyri, at Føroyar gjørdust sjálvstøðugt ríki. Um Janus er haraftrat at siga, at hann hugmyndafrøðiliga var, og er, sosialistur.
Hugsar ein um tey verk, sum Janus hevur lagt eftir seg, er kanska vert at minna á, at dygg listarlig skapan ikki bara veitir gleði, men eisini - fyri mong - er eitt slag av uppaling, ið veksur um førleikan at síggja og sum frá líður hækkar hyggjarans krøv. Havnin er broytt, síðan Janusar høggmynd Móðurmálið varð sett upp á Debesartrøð í 1948, og borgarans fagurfrøði ivaleyst hvest. Tann, sum í dag spákar eftir Áarvegnum, steðgar við tað nýggja Vertshúsið og hyggur yvir móti Gamla Kommunuskúla, følir sum eitt lop av frøi, so stílrein og fyndug relieffmyndin av Søgumanninum dagar á tí gula flatanum. Sama gleðihvøkk vekja onnur av Janusar verkum - Hann blakar upp, Tróndur gamli, Maður við fiskateggjum og - ikki minst - Stígum fast, ið er sum ein føroysk heilsan til ta griksku songdísina Terpsichore, og har exstasis - lekjandi sjálvgloymska í frásøgn, dramatiskum leiki og dansi - vellir sigursæl, sprækin og núkveikin úr tí deyða leirinum.
Ein táttur í Janusar list, ið sum heild er lítið eftirgáaður, er hansara áhugi fyri okkara ferføttu, floygdu ella svimjandi medskapningum. Menniskjans roynd at lýsa dýrini er fyrndargomul - hugsa bara um oksarnar í Lasceaux, rossini á Alexandermosaikkinum, hundarnar hjá Veronese, ketturnar hjá Manet, verk eftir Tizian, Velasquez, Hogarth ella Henry Moore. Janus Kamban smæðir seg ikki burtur í hesum liði. Hann hevur í prentum, skurðum og høggmyndum avmyndað hval, fisk, seyð, neyt, hund, stara, lomviga, æðu, súlu, likku. Merkisverdast eru hansara myndir av seyði. Ein sær seyð kroka aftur undir klettum, kennir ein merkiligan samhuga við teirra tigandi hugna og spyr kanska seg sjálvan, í hvønn mun menniskjan megnar at nærkast, ella fata, henda talandi og orðleysa fremmandleika. Ein sær tvílembu, ið beint hevur lembt, annað lambið er komið á føtur, hitt er ikki enn støðuført, eftirburðurin er ikki loysnaður, og ravnurin sveimar forvitin, og grammur, yvir tindunum. Um Janusar høggmyndir av seyði - t.d. Tvílemba, Ær, Drongur tekur seyð - er at siga, at tær bera boð um bæði neyva eygleiðing og stóran eymleika og eru kanska millum tað besta, hann hevur skapt. Hesin partur av hansara verki eigur at tryggja honum sess á tí listarliga heimskortinum.
Hendur og nev eru ymisk. Hvørt listafólk skapar eftir egnum fyritreytum. Hjá mongum er alt lív ein ferð - fram ímóti einum stavnhaldi, sum bara dulvitið hómar. Thomas Mann, William Heinesen, Karen Blixen vóru orðarík, Kafka og Borges orðfáir. Um Janusar list skrivar Broby-Johansen, at hon minnir um "tann fáorðaða, evnistætta frásøguháttin í fornsøgunum". Kanska hevur henda stevna - einfeldi, fynd, stílførd elegansa - búð djúpt í Janusar huga. Í nøkrum verkum, kanska serliga frá seinni tíðum, nærkast Janus hesum máli. Eitt dømi er tekning av ær við lambi. Fimm einfaldar strikur mynda alla søguna: móður umsorgan, lambið, ið sýgur, ein ringur av eymleika, kanska ein ternusnertur. Hetta er, sum ein av Janusar starvsbrøðrum tók til, eitt haiku í myndlist.
Mangt annað kundi ein trivið í á hesum merkisdegi. Men tað fer at bíða. Um Janusar list hava m.a. Bárður Jákupsson og áðurnevndi Broby skrivað. Tað drúgvastu og bestu viðgerðina finna vit í bókini JANUS KAMBAN eftir Gunnar Hoydal, sum Listasavn Føroya gav út í 1995.
Hjartaliga tillukku við degnum.
Hanus