Janus Petersen heldur fram sum formaður

Fríggjadagin í farnu viku hevði Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum, AFF, aðalfund. Fyri vali stóð Janus Petersen, sum varð afturvaldur. Harafturat tók Gunnar í Liða seg úr nevndini, og í hansara stað varð valdur Regin Hammer. Í nevndini sita sostatt Niels Christian Nolsøe, Janus Petersen og Regin Hammer.

Aftaná aðalfundin skipaði nevndin seg við Janus Petersen sum formanni og Regin Hammer sum næstformanni.

Limir í AFF eru Eik Banki Føroya, Elektron, BankNordik, Norðoya Sparikassi, Suðuroyar Sparikassi, Føroya Lívstrygging, Trygd og Tryggingarfelagið Føroyar.