Janus Rein aftur í Løgtingið

Janus Rein hevur í dag aftur tikið sæti á Løgtingi. Tað hevur hann gjørt, tí hann er varamaður fyri Jørgen Niclasen, sum er farin í farloyvi. Men Fólkaflokkurin sigur í eini fráboðan, at tað verður ikki leingi, at floksformaðurin er í farloyvi.

 

Janus Rein fekk 273 atkvøður á løgtingsvalinum í 2015, og sostatt varð hann nummar átta á listanum hjá Fólkaflokkinum. Hann er fyrsti eykamaður hjá flokkinum aftaná at Annika Olsen gjørdist borgarstjóri og Joen Magnus Rasmussen tók sæti á tingi fyri hana.

 

Janus Rein sigur, at nú hann er komin á ting, ætlar hann sær at brúka hendan møguleikan, til at seta landsstýrisfólkunum ymsar spurningar sum liggja honum á hjarta.

 

Spurningar, hann hugsar um, er, hví føroyingar skulu gjalda dupultan GATT toll, tá ið endamálið við GATT sáttmálanum annars var at ríva tollmúrar niður – og dupultur GATT tollur als ikki er heimilaður í traktatini.

 

Hann fer eisini at spyrja, hví langleiga er fyri vanbýti í MVG lógini, soleiðis at føroyskir borgarar, og vinnufyritøkur sum heild, verða nógv skerd fyri teimum møguleikunum sum liggja í at langleiga.