Jean Djurhuus, ið hevur verið stjóri í Trygd, hevur valt at leita sær nýggjar leiðir, og Janus Thomsen er settur sum fyribils stjóri.
Janus Thomsen, deildarleiðari í Trygd, er fyribils settur sum virkandi stjóri í tryggingarfelagnum.
Janus, sum er ættaður av Toftum, er 31 ára gamal og er útbúgvin cand.merc. Hann hevur starvast í Trygd í fýra ár, av hesum í tvey ár sum deildarleiðari.
- Jean Djurhuus, ið hevur verið stjóri í Trygd, hevur valt at leita sær nýggjar leiðir, sigur Trygd í tíðindaskrivi, sum kom fyri løtu síðan.