Mánadagin gevur Janus W. Mortensen út fløgu við fýra sangum, sum allir eru enskir.
Tað er Kristoffur Mørkøre, sum skrivað løgini, og Lena Anderssen, sum hevur skrivað tekstirnar. Talan er um íoyrafallandi popptónleik, sum er væl framleiddur og væl framborin av Janusi og tónleikarunum á fløguni.
Í dag vitjaði Janus Rásarúmið til eitt prát um tað nýggju fløguna.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið við Janus W. Mortensen. Á ljóðbrotinum hoyrast eisini nøkur stutt brot av trimum av sangunum, sum eru á fløguni, sum kemur út mánadagin.