Januzaj til Týsklands

Adnan Januzaj verður leigaður út hetta kappingarárið, og Javier Hernandez er seldur

20 ára gamli belgiski landsliðsspælarin, Adnan Januzaj skal royna seg í týsku bundesliguni hetta kappingarárið.

 

Adnan Januzaj er annars byrjaður inni í tveimum dystum fyri Manchester United hetta kappingarárið, og hevur skorað eitt mál. Januzaj hevur fingið troyggju nummar 9 hjá Borussia Dortmund, sum er millum størstu og best umtóktu liðini í Týsklandi. 

 

Á Twitter skrivar Januzaj, at hann er sera nøgdur við møguleikan at sleppa at royna seg í Týsklandi komandi kappingarárið. - Hetta er eitt fantastiskt felag. Fjeppararnir eru ótrúligir, og eg ætli mær at røkka stórum málum við Borussia Dortmund, skrivar Adnan Januzaj.

 

Meksikanski framherjin, Javier Hernandez fer eisini úr Manchester til Týsklands at spæla fótbólt. Hernandez hevur skrivað undir ein sáttmála við Bayer Leverkusen, sum gongur fram til summarið í 2018.