Japan gevst at brúka kjarnorku

Japanska stjórnin samtykti í dag, at landið skal gevast við at brúka kjarnorku, og at tað seinasta kjarnorkuverkið skal sløkkjast í 2040.

Avgerðin er ein beinleiðis avleiðing av vanlukkuni á Fukushima-verkinum í fjør. Vanlukkan har hevur fingið nógvar japanar at krevja, at landið skal gevast við at brúka kjarnorku, og samtyktin hjá stjórnini er ein roynd at koma fólkinum á møti, siga eygleiðarar í Tokyo.

Stjórnin sigur, at allir reaktorar, sum eru meiri enn 40 ára gamlir, skulu latast aftur skjótast til ber. Einki kjarnorkuverk verður bygt afturat, og stongd verk verða bara sett aftur í gongd, um tey lúka eina røð av nýggjum trygdarkrøvum.

Japan er tað triðja landið, sum hevur ásett, nær tess kjarnorkuverk verða latin aftur. Týskland og Sveis hava samtykt, at teirra verk lata aftur í seinasta lagi í 2022.